Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin

Mítt hjartamál: Eitt gott umboð fyri Tórshavnar kommunu

2020-10-19 09:20

 

 

Nú tað stundar til valið í Tórshavnar kommunu, so síggi eg at tað eru fleiri, sum leggja fokus á at eitt “havnarfólk” skal veljast. So kann ein spyrja seg sjálvan, hvat er eitt “havnafólk”? Skal omman, abbin, mamman og pápin verða fødd og uppvaksin í “Havn” fyri at kallast eitt “havnafólk”?

 

Eg havi eina aðra áskoðan. Eg eri ikki uppvaksin í “Havn”, og rokni við at tað eru mong við mær, sum búgva í Tórshavnar kommunu, sum eru í somu støðu sum eg. Eg havi arbeitt í Havn í yvir 20 ár, og havi dagliga sæð hvussu Havnin og Tórshavnar kommuna hevur blóma, og hvussu nógv Havnin hevur broytt seg hesi 20 árini. Eg búgvi sjálvur í Hoyvík, og veit ikki um tað er gott nokk fyri at verða kallaður ein “Havnamaður”, tó skal eg viðmerkja at eg føli meg sum ein borgara í Tórshavnar kommunu, og eg eri væl mótikin av Tórshavnar kommunu og grannum osv. So eg føli meg væl í Tórshavnar kommunu.

 

Tá eg so havi játtað at stilla upp, so er tað tí at eg eri góður við Tórshavnar kommunu og “Havnina”. Eg ynski ikki at fólk skulu velja meg sum ein “havnamann”, men eg ynski at fólk skulu velja meg, tí at eg brenni fyri Tórshavnar kommunu. Eg ynski at verða við til at gera Tórshavnar kommunu enn betri, og mítt hjartamál er at verða eitt gott umboð fyri allar borgarar, eisini “havnamannin” og “bygdafólki”. Hettar er tað sum eg metið er mest grundleggjandi tá ein stillar upp, tað at hava áhugað at umboða allar borgarar.

 

Hjá mær er ongin ivi, og vónandi eru fleiri við mær, sum hugsa tað sama. So tá tú skalt seta krossin tann 10 novembur, so vel ein sum er góður við Tórshavnar kommunu, og ikki bert “havnamannin”. So um tú ynskir eitt gott umboð inn í Tórshavnar kommunu, so vel meg, tí mítt hjartamál er greitt, eg ynski at verða eitt gott umboð fyri allar borgarar í Tórshavnar kommunu.

 

 

Set X við Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin