Míni hjartamál

2020-11-09 12:05

Eg havi gjørt ein stuttan film, sum lýsir míni hjartamál:

https://www.youtube.com/watch?v=wrUd8nImJdw&feature=share...
🌹Betri arbeiðsumstøður á dagstovnum og á eldraøkinum.
🌹Vit skulu skapa lív í býin, listafólk og mentafólk skulu sleppa at seta sín dám á býin. Barnamentanarhús skal skipast. Sølutorgið í Vágsbotni skal mennast, Undirhúsið lata upp aftur, býurin skal fríðkast og røkjast. Tað treingir til.
🌹Vit skulu tryggja atkomu. Allastaðni !
🌹Og ikki minst skulu vit tryggja fjølbroyttum vinnulívi í Havn góðar umstøður at virka og vaksa. Tí kappingin er hørð.
🌹Tann sosiali profilurin og tann grøni profilurin í Tórshavnar Kommunu skal hvessast. Øll dálkin skal fyribyrgjast - eisini ljóðdálking.
🌹Og so skal tað bera til at seta búgv í Havn hjá borgarum og familjum við heilt vanligum inntøkum. Ferð skal setast á lutaíbúðir, leigubústaðir, ungdómsbústaðir og útstykking av kommunalum grundstykkjum.
🌹Tórshavnar Kommuna skal eisini taka ábyrgd, tá ið talan er um boragarar sum hava tørv á vardum bústaði. Hjá einum førleikaskerdum borgara, sum hevur bíðað í 27 ár eftir einum bústaði – telur eingin umbering.
🌹 -Eg ynski øllum eitt gott býráðsval við vón um at ein sterkur Javnaðarflokkur aftur fær sæti í Tórshavnar Býráði.

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksin til Tórshavnar Býráð.