
Mín eygleiðing av Karlamagnusarbreyt
2020-10-20 23:59
Eg haldi tað er ilt at fáa eyga á hvat vendir upp og hvat vendir niður. Tó koma vit ikki uttanum, at her eru hend misstøk ið koma at kosta kommunukassanum dýrt.
Eg haldi at tað
er var eitt áhugavert prát John Brian hevði við Albert Isfeld arkitekt í Degi
& Viku í kvøld. Albert ið er hollur í ráðum, dugir væl at lýsa greitt
hvussu hann sær hesa arbeiðstilgongd yvirskipað. Í hansara greiðu niðurstøðu,
at pengarnir stýra úrslitinum, haldi eg meg eisini her hóma somu orsøk sum í
fleiri av undanfarnu greinum hjá mær. Tað verður ikki hugsa í nóg stórt mát, tá
ið ið man leggur arbeiði tilrættis og víðari til múrurin rakar.
Fyrst hevði ein
ábyrgdina av arbeiðinum, síðan leverað til onkran sum aftur ikki fekk arbeiði
gjørt liðugt. Arbeiðsavrikið steðgar upp, meðan tað gera rokningarnar tvørtur
ímóti. Tí stendur úrslitið soleiðis, sum vit síggja alla ónøgdina um. Onnur
sýnast ráðaleys. Tað reina kaos.
Hetta er enn eitt
livandi dømið uppá hvussu galið tað kann ganga, tá ið man umsitur nógvan pening
og missur tamarhaldið. Hetta er tó í størri mát.
Albert lýsir
millum annað hendan vindtunnilin tveir blokkar hava skapt. Tað ljóðar ógvusligt
tá ið hann lýsir eina møguliga loysn, við at bróta hendan niður. Men sannleikin
er hin sami, hetta eru misstøk ið koma at verða ógvuslig og dýrar
eykarokningar.
Niðurkókað vóni
eg, at vit síggja fram ímóti einum ørvísið hugburði tá slík mál skula
avgreiðast í framtíðini. Politikkarin hevur ábyrgdina, av at tryggja bestu
umstøður til umsitingina at arbeiða eftir. Umsitingin hevur síðan ábyrgd av tí
fakliga avrikinum í arbeiðinum. Óansæð hvussu samgongan kemur at síggja út
dagarnar eftir 10 novembur, er mín stóra vón at man kemur á betur stev enn
hetta.
Kommunukassin er
eitt, men mín innarliga vón er at tey sum hetta rakar allar mest, fólk og vinnuna
uppi við Karlamagnusarbreyt, fáa tað raðfesting tey hava uppiborið. Óansæð hvør
man er frá mynduleikanssíðu, so má komandi býráð fáa hetta málið loyst, har
borgarin kennir seg aftur í teimum rættingum ið verða gjødar.
Minni peikaríð –
meira býráð fyri Borgaran
Bergur
Robert Dam Jensen
Valevnið á
lista C til Tórshavnar Býráð