Valevni fyri Javnaðarflokkin til kommunaval 2020. Havi ikki verið uppstillaður í politikki áður.
Eri 29 ár, eigi 3 børn saman við unnusti míni, eri sjálvstøðugur vinnurekandi, og lesi Politikk og Umsiting á Fróðskaparsetri Føroya. Rættvísi, og trivnaður eru míni lyklaorð

Millum Gilja má fáa betri busssamband beinanvegin

2020-10-29 23:43
Bussleiðin Millum Gilja er als ikki nøktandi.

Í øðrum partum av Tórshavnar Kommunu, síggja vit, at bussar koyra upp til 6 ferðir um tíman. Millum Gilja kemur ein bussur 2 ferðir um tíman, og er tað avmarkað hvat ein kann nýta bussin til.

Illa ber at fara til handils við bussinum, tí tað er trupult at sleppa heimaftur.

Børnini kunnu ikki fara beinleiðis til frítíðarítriv, bæði tí tíðin ikki altíð passar, og tí bussurin ikki koyrir til støðini, har fleiri frítíðarítriv eru.

Tað skal onki til, fyri at hetta kann betrast. Einasta, ið krevst, er at summar leiðir sneiða niðan eftir Flatarvegnum, og røkja leiðina.

Neyvan er hetta eitt eindømi. 

Bussleiðin má endurskoðast beinanvegin, og borgarin, ið brúkar bussleiðina má hoyrast, soleiðis at skil kemur í.