
Miðbýurin í Havn skal ikki verða ein bilpark.
2020-10-27 09:28
Miðbýurin í Havn skal ikki verða ein bilpark.
Eg fari við hesum, enn einaferð at vísa á týdningin av at fáa bygt ein parkeringstunnil í Havn. Bera vit okkum ikki skjótt at, so verður miðbýurin í Havn ein stór bilpark.
Vit eru snøgt sagt, um at drukna av bilum í miðbýnum. Bilar standa parkeraðir allastaðni fram við vegjaðarunum, sum er til ampa fyri ferðsluni og trygdini hjá teimum sum eru til gongu.
Parkeringstunnil skal gerast úr berginum á Skálatrøð og skal ganga 300 metrar inn í bergið, har ein uppgongd skal verða við Dr. Jakobsensgøtu við keypsamtøkuna. Hetta kann bøta um tann átrokandi trupuleikan við ov fáum parkeringsmøguleikum í miðbýnum. Hettar verður sostatt eisini handilslívinum í miðbýnum at frama.
Vit síggja eitt nú urtagarðar í miðbýnum ið mugu lúta fyri parkeringsbásum. Hetta meti eg, er ein skeiv gongd. Ynskja vit ein grønan blómandi bý, mugu parkeringsviðurskiftini í miðbýnum koma á breddan sum skjótast.
Set X við Kára Johansen á lista C 🌹javnarflokkurin.=