Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Menning av samfelagnum - áðrenn blokkniðurskurð

2021-11-09 12:01

Føroyar standa fyri stórum avbjóðingum komandi árini. Komandi 20 árini verður talið á føroyingum eldri enn 80 ár tvífaldað.

At føroyingar liva longri er at fegnast um, men tað merkir eisini at fleiri føroyingar verða í pensjónsaldri og fáa tørv á sjúkraviðgerð, heilsurøkt og øðrum tænastum, ið eldru ættarliðini so sanniliga hava uppiborið. Tað eru hesi, ið hava bygd hetta land, ið vit onnur njóta fruktirnar av. Hetta kostar nógv, um vit ynskja at varðveita so høgt tænastustøði sum gjørligt.

Eg sigi fyri meg, at hetta er ikki eitt øki, sum eg ynski at fremja sparingar á.

Samstundis eru vit í ferð við at bora síðsta teinin av Sandoyartunnilin, eins og Suðuroyartunnilin kemur at krevja stórar útreiðslur úr landskassanum.

Hesir tunlar kunnu ikki rekast við brúkaragjaldi, og tað er heldur ikki rættvíst at seta brúkaragjaldið so høgt upp, at tað verður óliviligt í Sandoynni og Suðuroynni.

Afturat hesum kemur Eysturoyartunnilin, har brúkaragjaldið eisini má lækkast.

Pengatørvurin minkar ikki
Eg kundi nevnt nógv annað, men hetta eru bara tvey dømi um risaupphæddir, ið skulu fíggjast komandi árini.

Sjálvandi ber til at umhugsa fleiri ymiskar fíggingarleistir.

Men brúkaragjald er ikki ein loysn, ið smakkar mær væl.

Tí er tað heldur ikki hugaligt at hoyra Tjóðveldi og Framsókn tosa um blokkniðurskurð.

Nei, vit eru noydd at halda blokkin á verandi støði fyribils, so vit hava ráð til at fíggja eldraøkið og undirstøðukervið til Suðurøkið.

Blokkurin er í skrivandi stund umleið 10,2% av mettu inntøkum landskassans fyri 2022. Tað eru ikki smápengar.

Tað kann vera, at Páll á Reynatúgvu og Ruth Vang kenna tað eyðmýkjandi at taka móti pengum úr Danmark. Men vit mugu seta hetta upp móti realitetinum, at vit hava tørv á at menna okkara samfelag. Tað kostar nógv í fyrstu atløgu, men verður hinvegin ein sparing upp á sikt, bæði búskaparliga og umhvørvisliga.

Vit mugu í hvussu er fáa okkara samfelag upp á eitt støði, har øll fáa lut í felagsskapinum, áðrenn vit byrja at skerja okkara tryggastu inntøku.

Tað er avbera dýrt at reka eitt spjatt oyggjaland sum Føroyar. Tí er neyðugt at knýta landið saman.

Tað hevur heilt einfalt meiri at siga at knýta Føroyar saman enn at loysa frá Rìkisfelagsskapinum.

Frælsi fyri allar føroyingar
Visiónin um at knýta saman allar Føroyar er í veruleikanum størsta frælsisátakið av øllum.

Loysing gevur formliga størri møguleikar innan uttanríkispolitikk, tað er rætt. Fullveldi er t.d. fyritreyt fyri fullum limaskapi í Norðurlandaráðnum. Men betrað samband millum oyggarnar gevur hinvegin størri veruligt frælsi fyri flestu føroyingar, í hvussu er teir uttanfyri miðstaðarøkinum.

Tað hevur størri týdning, at føroyingar flest allir hava eina góða tilveru og kenna seg rættvíst viðfarnar, enn at vit skerja blokkstuðulin.

Missa vit okkara tryggastu inntøku, fer tað at ganga út yvir tey ringast støddu í samfelagnum: tey eldru, tey í útjaðaranum og so framvegis.

Vit kunnu ikki liva við, at allir føroyingar ikki hava javnbjóðis atgongd til samfelagságóðarnar.

Jaspur Langgaard
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin