Meir fyri hvørja krónu
2012-10-12 03:26
Fíggjastøðan hjá Tórshavnar kommunu er nakað, ið hevur verið nógv í andglettinum seinasta árið.
Feilmetingar í samband við íløgur og viðlíkahald av kommunalum ognum og óskipaðar framtíðarætlanir hava gjørt, at skattgjaldarin hevur fingið minni fyri peningin, enn hann átti.
Feilmetingarnar hava havt við sær, at væl minni av peningi hevur verið til íløgur og rakstur, tí hevur tað verið torført at rikið ein støðugan fíggjarpolitikk, og heldur hetta fram kann hetta hava við sær, at skatturin verður settur upp ella at sparningar mugu fremjast.
Loysnin, fyri omanfyri nevnda, er, at tað í framtíðini neyvt má haldast eftirlit við, at játtanir til íløgur og rakstur verða hildnar. Hetta skal m.a. gerast við mannagongdum, ið tryggja, at eftirlitið við ymsu verkætlanunum verður neyvari, og at tær deildir og nevndir, ið varða av uppgávunum, loypandi verða kunnaðar um viðurskifti, ið kunnu hava við sær óvæntaðan meirkostnað.
Samstundis má gerast ein langtíðarætlan fyri íløgur, rakstur og viðlíkahald, soleiðis at kommunan kennur sínar útreiðslur komandi árini. Hetta fer at hava við sær, at sveiggini í búskapinum gerast minni, og tryggjar hetta eisini borgaran ímóti óvæntaðum skattahækkingum og niðurskurði í tænastum.
Hesi inntriv fara at gera, at øll í Tórshavnar Kommunu, í framtíðini, fáa meir fyri skattakrónurnar enn í dag.
At fáa meir fyri hvørja krónu, er eitt av hjartamálunum, ið eg vil arbeiða fyri, um eg veri valdur inn í býráðið.
Tummas Pauli av Reyni
Valevni Sambandsfloksins