Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mattorg á Frúutrøð

2020-11-08 18:15

Tað skal vera hópin lættari at fáa fatur á góðum føroyskum matvørðum. Tí skulu vit gera eitt innandurða matvørðutorg, har fiskimenn, bóndur, framleiðarar av grønmeti og onnur kunnu selja teirra vørður. Skipanin kann verða, at fólk leiga seg inn fyri ein dag ella eina viku í senn, og selja teirra vørur. Og sjálvandi skulu fólk uttanfyri kommununa eisini hava møguleika til at selja á torginum. 

Ein kann hugsa sær alskyns mat á einum slíkum torgi. Frá fiski og øllum hugsandi sjógæti, til villan fugl, heimafugl, alt gott frá slaktinum, harur og alskyns grønmeti. Bara hugflogið setur mørkini.

Torgið kundi verið staðsett á Frúutrøð, har gamla barakkin stendur. Eitt stórt parkeringspláss er beint við, og hetta hevði eisini fingið lív í henda partin av býnum. Tað nýtist ikki at verða so dýrt, bara ein bygningur so seljararnar kundu sloppið undir tak, í staðin fyri at standa úti.

 

Ronnie Thomassen, valevni á lista E.