
Markvirðir fyri óljóði komin í gildi
2022-01-03 17:05
Við ársbyrjan 2022, góð trý ár eftir stovnan av Heimafriði, kunnu vit gleðast vit um ásetingarnar við mørkum fyri óljóði frá skipum, sum komu í gildi í gjár.
Hóast markvirðið er sett alt ov høgt, so er tað ein byrjan og eitt fantastiskt framstig.
Frá, at myndugleikarnir avvístu alt, eru vit nú á veg móti markvirðum, sum londini rundanum okkum longu hava ásett.
Heimafriður fer áhaldandi at arbeiða fyri at lækka hámarksvirðini fyri óljóði, svarandi til ásetingarnar í grannalondunum.
Heimafriður ynskir øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.
Vinaliga
Felagið Heimafriður