Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mangla føroyska lóg um smittuverju. Eingin heimild er at krevja test á 6.degi, ella gera aðrar skilagóðar reglur fyri koronaverju her heima.

2020-11-20 14:08

MANGLA FØROYSKA SMITTUVERJULÓGGÁVU OG HEIMILD AT KREVJA KORONATEST Á 6.DEGI

Korona herjar kring okkum. Men í her heima hava myndugleikarnir ikki so frætt sum heimild at krevja, at fólk lata seg testa á 6.degi. Hetta er framvegis bert eitt tilmæli, og enn veit eingin, hvussu mong teirra, sum koma til landið, lata seg testa.

Hetta kom greitt fram, tá løgmaður í tinginum mikudagin svaraði spurningum frá mær um korona.

Havi ilt við at skilja, at landsstýrið ikki ger alt, sum stendur í teirra makt, at útvega føroysku myndugleikunum eina smittuverndarlóggávu, sum er gjørd júst til tann tørv, vit hava her heima. Í dag er farsóttárøkið danskt málsøki, og tí er danska epidemilógin galdandi í Føroyum – ein eldri útgáva – tann dagførda danska gevur heilsumyndugleikum og løgreglu alt ov víðgongdar heimildir.

Av tí at føroysku myndugleikarnir ikki hava neyðugu smittuverndarboðini, roynir landsstýrið at tvinga verndarátøk inn ígjøgnum matstovulógina. Men matstovulógin er ikki ein farsóttarlóggáva, og tað er heilsumálaráðharrin ikki vinnumálaráðharrin, ið hevur ábyrgd av smittuvernd. Orsøkin til hetta óruddið er, at mann ikki vil yvirtaka ábyrgdina av smittuverndarøkinum. Koronafarsóttin hevur víst, hvussu neyðugt tað er, sjálvi at ráða hesum øki.

Korona kann av álvara bróta út aftur her heima í sambandi við økta ferðsluna um landamørkini nú jólini nærkast. Matstovulógin røkkur bert til at avmarka ella steingja matstovur og skeinkingarstøð – ikki at gera nakað við allar hinar støðurnar, sum higartil hava verið orsøk til skjóta smittuspjaðing. Og nógv størsti vandin er framvegis smittan, sum kemur um landamørkini.

Setti mikudagin løgmanni tveir munnligar fyrispurningar, ein um at skaffa sær neyðug amboð í mun til farsóttarlóggávu, og so um hetta v 6.dagstestini. Løgmaður tykist bara vóna, at neyðugt ikki verður at hava heimildir og ábyrgd av smittuverndarlóggávuni – so sum øll onnur lond kring okkum hava.

Spurningar og svar kunnu hoyrast á logting.fo

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna