Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mamma, skal Snar í skrell ?

2020-10-21 14:42

Nógvir djóraeigarir munna hava fingið sum frammaná, tá tey fara tungu gongdina til djóralækna at siga farvæl við eitt djór. Tí eitt er tunga avgerðin, at tíðin hjá einum góðum vini er komin - Annað er hvat hendir aftaná

Tí kaldi veruleikin anno 2020 er, at um tú ikki sjálvur hevur ein hava, ella eitt traðarstykki at grava Snar í, so fer hann í skrell……. - Hetta eiga vit at kunna gera betri ! 

Djórini vera sum er, saman við øðrum burturkasti, grýtt í ovnin at brenna. Støðan gerst ikki hugaligari um djórini eru yvir ávísa vekt. Tá er krav at tey skula sundurlimast áðrenn tey fara í skrell….. - Hetta má gerast betri ! 

Tað verður helst trupult ella ógjørligt at fáa meiriluta fyri einum djórakirkjugarði, tíðin er helst ikki komin til tað enn. Ein onnur loysn kundi so verið tann at kommunan, tá brenninstøðin skal endurnýggjast ger íløgu í ein minni ovn sum er bygdur til at kremera djór. Tá kundi eigarin fingið øskuna heim við at grava niður, ella at goyma á annan hátt. Hendan loysnin vildi gjørt at vit kundi varðveitt minnið um Snar og onnur djór á ein virðiligan hátt - Soleiðis kunna vit gera tað betri !