Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Lutaíbúðir heldur enn eldraíbúðir

2020-10-26 15:17
Kommunalpolitikkur - 

67+ skulu verða gylt ár fyri borgaran í Tórshavnar Kommunu, saman við yngru ættarliðunum.

Niðurlagið til hetta kommunuvalið tykist vera: “Vit mugu byggja eldraíbúðir”.

Mín undran er: Er tað bráðneyðugur tørvur á eldraíbúðum? Ella skapar mann eitt trýst á okkara eldru, sum alt lívið hava arbeitt fyri sítt heim, og nú skulu njóta sítt deiliga heim í sínum otium, at: “nú skulu tit út úr tykkara heimum, tí vit hava ungar familjur, sum eru húsvill, og kommunan klárar ikki at nøkta tann tørvin. So tað ábyrgdina leggja vit bara eisini á tykkum eldru, og hervið fráleggja vit okkum alla ábyrgd”.

Tað kann vera, at eg fari skeiv, men tey flestu av okkara eldru hava tak yvir høvdið. Onkur teirra vil kanska hava okkurt minni at búgva í, men nokk ikki tey flestu. Tey, sum skríggja eftir bústaði eru í stóran mun ung, lesandi og barnafamiljur í kommununi, harímillum stakir uppihaldarir, ið ikki hava nakran livandi kjans at fáa fígging frá nøkrum peningastovni, til bústaðarkeyp í okkara deiliga høvuðstaði.

Hvør skal mynda lívið í Havnini í framtíðini? Jú, ein treyt fyri framtíð er børn, so barnafamiljur mugu kunnu seta búgv her. Ung og lesandi koma við nýhugsan og skapa vón, so tey vilja vit eisini hava at búgva her. Vaksin, ið arbeiðað, og vilja framburð, skapa stabilitet, tey vilja vit sanniliga eisini hava. Eldri, ið hava traðka sínar skógvar í býnum og gingið undan, fyri at vit nú kunnu njóta so nógv gott, tey hava uppiborið at verða her í frið og náðum, uttan at kenna tað sum um, at tey ikki kunnu búgva inni hjá sær sjálvum meira, tí opinbart hava vit brúk fyri eldraíbúðum í kommununi, tí har skulu tey eldru búgva.

Hetta er púrasta galið. Og um vit vilja tað ella ei, so mugu vit taka annað skinn um bak. Fyri at tryggja Havnini eina framtíð, har mann sær, at vit øll kunna búgva og trívast her, eiga vit at kanna møguleikarnar, hvussu vit kunnu fáa gongd á at lutaíbúðir blíva bygdar og íbúðir, har støðið á húsaleigu er til at liva við í okkara høvuðstaðið, samstundis sum íbúðirnar eru sømiligar hjá fólki at búgva í. Og her tosi eg um at fáa nógv lægri leiguprísir, enn t.d. hjá Bústaðir. Soleiðis kunnu tey, sum vilja, búgva her, inntil tey kanska einaferð í framtíðini fáa møguleika at byggja ella keypa sær sítt egna.

Jensia Højgaard Kjærbæk

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN