Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Loynilig Pfizer skjøl avdúkað FDA brotsverk

2021-12-08 11:03

Greið prógv eru í loyniligum skjølum hjá Covid-19 vaksinuframleiðaranum Pfizer sum avdúka hvussu FDA (Food and Drug Administration) framdi skjúlt brotsverk við at vera vitandi um, at mRNA vaksinan í byrjan av 2021 tók lívið av fólkum, enntá trífalt so nógvum kvinnum sum monnum.

Kent er at heiluvágsfyritøkur fáa sær patent og einarætt á sína framleiðslu og halda alla vitan um hvussu heiluvágur er framleiddur og hvat hesin inniheldur loyniligt. FDA er góðkenningarmynduleiki hjá amerikansku stjórnini til sølu og nýtslu av heiluvági og vaksinum og hevði tryggjað sær at hava øll skjøl loynilig komandi 55 árini.

Ein áhugabólkur við gott 80 serkønum innan læknavísindi, mikrobiologi, genetik og vaksinutøkni nevndur Public Health and Medical Professionals for Transparency, fekk við stevning móti FDA í rættinum í Texas vilhald, at FDA skuli leysgeva 500 skjøl av fleiri tíggjutúsundtals hvønn mánaða.

Eitt av skjølunum við heitinum ”Cumulative Analysis of Post-Authorization Adverse Event Reports” var ein sonn bumba undir mRNA vaksinuna frá Pfizer.
Bert 3 mánaðir eftir at Pfizer hevði gjørt kanningar og fingið til vega úrslit frá ymiskum londum av vaksinuvirknaði, visti fyritøkan fullvæl um frágreiðingar frá USA, Onglandi, Italia, Tysklandi, Fraklandi, Portugal, Spania og fleiri øðrum londum, at 1.223 deyðsføll vóru skrásett, 42.000 frágreiðingar um hjáárin vóru skrásett við íalt 158.893 meira og minni álvarsomum hjáárinum.
Langt stórsti parturin av frágreiðingum, íalt 25.957, fevndi um órógv í nervalagnum.

Pfizer hevur við tilvísing til handilsligar loynidómar afturhildið hvussu stórt tal av vaksinum teir hava latið á heimsmarknaðin. Hetta sæst í hjáløgdu leinku til skjalið frá Pfizer víst undir ”(b) (4)” har hagtøl og ítøkiligir upplýsingar eru viðgjørdir.

Sjálvt við manlandi kunningini frá Pfizer, eru vístu tøl rættuliga ógvuslig tá tikið verður við uppáhaldið frá FDA at hesar mRNA vaksinur eru ”tryggar og væl virkandi”....enntá við bert einum bita av kunning um skaðar og deyðsføll. Sum Pfizer sigur frá, eru frágreiðingar og innlating av raportum fríðir og óbindnandi og tí við einum ikki kendum verunligum tali.

Tríggjar ferðir fleiri skaðar á kvinnur
Heldur skelkandi avdúkar skjalið ”Cumulative Analysis of Post-Authorization Adverse Event Reports” at tríggjar ferðir so nógvar kvinnur fingu skaðar av Pfizer vaksinuni sammett við menn.

Ikki er greitt hvussu býtið varð millum vaksinurnar, men 29.914 kvinnur fingu árinsskaðar og 9.182 menn. Róð verður uppundir at FDA vil beráddum huga hevur roynt af skjúla, at ein møguligur hjáárinsmunur er alt eftir kyninum. Krampar, manglandi kenslur í kroppi, pína o.t. er fyri stórsta partin at finna hjá kvinnum. Annað sum er skjúlt í frágreiðingini er ikki tilætlaður abortur.

Pfizer kunnaði FDA um versnandi sjúku orsaka mRNA vaksinuna

Í frágreiðingini ”Safety concerns” (section 3.1.2) sæst at Phizer hevur kunnað FDA at mRNA vaksinerað, ið seinri vóru smitta við Covid, kundu bleiva meira sjúk og m.a. fáa truplan andadrátt. FDA visti sostatt at vaksinerað kundu gerast meira sjúk og eisini lata lív við seinri smittu.
Til partin í frágreiðingini ”missing information” kunnaði Phizer FDA at teir ikki høvdu nakra upplýsing kring kvinnur við barni og bróstgeving, og heldur ikki kring børn upp til 12 ára aldur.

Evnið ”Vaccine Effectiveness” er í frágreiðingini hjá Pfizer skrásett undir ”Missing Information”.

Við øðrum orðum kunnaði Pfizer FDA at teirra vaksina kundi taka lívið av fólki og at teir ikki høvdu nakara kunning um hvussu væl vaksinan virkaði, og óansæð hesum trýsti FDA svikafult vaksinuna fram sum trygga og væl virkandi. Eisini fekk FDA at vita at eingin trygg vitan var um vaksinuna til barnakonur, og óansæð trýsti FDA við Anthony Fauci og CDC (Centers for Disease Control) mRNA vaksinuna fram til barnakonur uttan at hava vitan um árinsvandar.

Grundað leysgivna skjalið ”Cumulative Analysis of Post-Authorization Adverse Event Reports” sær ikki mætari út enn at FDA hevur brúkt allar skitnar og ólógligar atgerðir at skjúla sannleikan kring vaksinuskaðar og deyðsføll, og samstundis játta nýtsluloyvir til somu vaksinufyritøkur sum enntá kunnaði FDA at teirra vaksinur tóku lívið av fólki.

Verður tikið við, at samlaða kunningin frá fyritøkum og almennum stovnum er ein stór lygn frá fyrsta degi av, at vaksinan ikki hevur tikið lívið av nøkrum, gerst greitt, at hesi eru vorðin samsek í vaksinu holocaust.

Øll mRNA vaksina eigur at verða steðgað

Umrødda loyniliga skjal – fyrsta av fleiri túsund, ið verða leysgivin, avdúka tvey álvarsmál:

1) FDA framdi brotsliga svikagerð og skeivan atburð í góðkenning av mRNA vaksinum sum verandi tryggar og væl virkandi.

2) Pfizer var vitandi um at mRNA vaksinan kundi hava deyða við sær teir fyrstu tríggjar mánaðir í nýtslu.

Føroyska FDA - Farsóttarnevnd og ábyrgdandi politiska skipan
Við teim boðum Farsóttarnevnd leggur fyri dagin um munbind, Koronapass, vaksinupass, sóttarhald o.sfr. og einum politiskum myndugleika, ið ikki veit hvat hann skal gera annað enn at lurta eftir sonevndum serkunnleika frá landslækna og deildarleiðara fyri arbeiðs- og almannaheilsu, ið allarhelst ikki hava størri fakliga vitan enn læknin og landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Mentamálum, er skilligt at landsins íbúgvar eru fjálturstungnir og meira og minni bebbaræddir fyri fyri støðuni sum hon er í løtuni, og ikki minni fyri hvussu framtíðan kemur at verða.

Vanligi borgarin fær bert einsíðis kunning frá almenna miðilinum KVF....nakað í sama anda sum FDA hjá amerikumonnum. Hinvegin er fólk ikki býttari enn so at tey væl skilja hvat top-útbúnir og óheftir granskarar boða frá á eini røð av miðlum á alnótini. Og just tann kunningin sampakkar ikki, slettis ikki, við føroyska FDA-boðskapin.

Samgongan hevur ein álvarsligan trupulleika at dragast við. Andstøðan kann gera støðuna enn verri um / tá hon kemur til valdið....og kunnu Palleba og Marsanna tí bert bíða til tað várar og royna at halda seg innandura og so kyrr sum til ber.....inntil Coronain er farin í ommu sína aftur.

”Cumulative Analysis of Post-Authorization Adverse Event Reports” finnur tú her:

https://phmpt.org/wp-content/uploads/2021/11/5.3.6-postmarketing-experience.pdf

Óvilduga bólkin av serkønum og granskarum ”Public Health and Medical Professionals for Transparency” finnur tú her, og kann eisini lesa rættargangsmálið og annars takka hesi gott 80 fólk fyri at tey fingu lyft lokið og avdúkað brotsligu svikagerðina hjá FDA.

https://phmpt.org/

Kári Thomsen