Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ljósið og myrkrið

2021-12-13 13:38

Í Luk. 11 síggja vit hvussu hørð hjørtuni vóru blivin hjá mongum menniskjum á Jesusar døgum. Tey kravdu órímilig tekin úr himli og summi ákærdu Hann at fást við sataniskt virksemi, tá Hann rak út illar andar úr menniskjum. Tískil noktaði Jesus treytaleyst, at geva teimum nakað tekin. Men ístaðin prædikaði Hann fyri teimum.

Hann byrjaði við tí einastandandi døminum frá tí veruliga lívinum og minti tey á fylgjandi: “Eingin tendrar ljós og krógvar tað burtur ella setur tað undir skeppumálið; nei, hann setur tað í ljósastakan, so tey, sum inn koma, skulu síggja skinið av tí.“

Um kvøldið tendra vit lampuna til at lýsa fyri okkum. Er umhvørvið rundan um okkum myrkt, ja so er tað vandamikið, at fjala burtur ljósið soleiðis, at tað ikki sæst longur. Men vit vita eisini, at sjálvt ein góð lampa, ið lýsir væl fyri teimum síggjandi, ikki nyttar nakað til blind fólk. Lampan í hesum bíbilska samanhanginum ímyndar orð Guds. Tað er jú Jesus sjálvur, sum talar orð Guds til fólkið. Men fleiri av áhoyrarunum vrakaðu somikið nógv av prædikuni, at tey hildu, at Hann var komin frá illamanni.

Persónurin Jesus, var eitt stórt ljós millum eitt fortapt fólk, sum rak fyri vág og vind í andaligum myrkri. Andaliga virki Heilaga Andans og andaligi týdningurin er hesin, at tað er Gud sjálvur, sum tendrar sløknaðu lampuna (andan) í menniskjum. Tískil er tað eingin umbering fyri tey, sum ikki vilja verða tendraði aftur eftir syndafallið, og sum ikki vilja hava ljósið ella verða eftirfylgjarar ljósins. Við øðrum orðum, tey sum ikki vilja trúgva Jesusi, men einans vilja síggja kravið um himmalsk tekin verða uppfylt, áðrenn tey møguliga koma til trúgv. Bíblian lærir, at hesin atburðurin er grundaður á okkara falnu og syndigu náttúru. Men tað er einans ljós Guds, ið avdúkar vantrúnna í øllum menniskjum.

So sigur Jesus fylgjandi: “Eyga títt er ljós likamsins; tá ið eyga títt er frískt, er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, er eisini likam títt myrkt.”

Vantrúgvin hjá menniskjunum, sum Jesus prædikaði Sítt heilaga orð fyri, var sjálvt úrslitið av teirra óreinu motivum. Hinvegin, um eitt menniskja hevur eitt brennandi ynski um, at koma og kenna sannleikan, tá opinberar Gud seg andaliga fyri viðkomandi. Tí er eyga títt frískt, so sært tú ljósið.

Men um eyga títt er sjúkt, so verður tú verandi í myrkrinum og ljósið sleppur ikki inn í teg. Akkurát soleiðis virkar hin andaligi veruleikin millum menniskju. Hetta var tann ringi standurin hjá teim óndu eygunum tá, og er tað enn í dag. Tey sóu ikki tað góða t.e. Jesus, men tey hugsaðu ilt um Hann. Tí tey elskaðu myrkrið meira enn ljósið og vildu sostatt liva lívið í andaligum myrkri, hóast ljósið (Jesus) var millum teirra og lýsti fyri teimum øllum, so sóu tey púrt einki, tí tey vóru andaliga blind.

So kom Jesus við hesi sterku áheitanini til teirra: “Síggj tí til, at ljósið, sum í tær er, er ikki myrkur!”

Tað er vert at vita, at eins og í dag, var fólkið blindað av teirra følsku lærum um religión, ideologi, villleiðandi mentan og siðaarv. Men Jesus bjóðaði teimum øllum somlum Sítt himmalska ljós, ið framvegis er bjarging og lív frá Honum sjálvum til glataðar syndarar. Men tey vildu ikki trúgva Honum. Tey hildu seg verða vís og enntá bjørt, sum eitt ljós í hesi myrku verð. Men uttan ljós Jesusar vóru tey dárar í hjørtum teirra. Tí ávaraði Jesus tey, tá Hann segði teimum hetta: “Síggj tí til, at ljósið, sum í tær er, er ikki myrkur!” Tað sum Jesus í veruleikanum sigur í hesum ørindinum er, at ”ljós tykkara er bølamyrkur.” Tey høvdu einki ljós yvirhøvur. Teirra vísdómur, sum var grundaður á stoltar mannalærdómar, hevði gjørt tey åndsfráverandi.

Jesus endaði samrøðuna við hesum fáu orðum: “Er nú alt likam títt ljóst, so eingin partur av tí er myrkur, tá verður tað heilt ljóst, sum tá ið ljósið lýsir á teg við bjarta skini sínum.”

Hvør tann, sum hevur eitt reint motiv og sum opnar seg heilt fyri Jesusi, fær vissuliga ljós lívsins fyri einki inn í sítt lív. Og tað ljósið strálar inn í menniskju við upplýsandi kraft Heilaga Andans. Tað setur búgv í teimum, sum vilja venda við frá syndunum og trúgva á Harra og frelsara okkara, Jesus Kristus til frelsu. Tey fáa ljós Jesusar inn í hjørtu síni og verða umbroytt til ljósaberarar í heiminum. Tey bera ljósið við sær allastaðni har tey ferðast. Tey seta tað í ljósastakan allastaðni har tey steðga á. Tey skína bjart fyri menniskjum, tá tey kunngera evangeliið har, sum myrkursins kreftir valda. Og tey eru samvaksin til at verða eitt í Kristusi.Tað inniber, at tað ikki longur eru tey, sum liva. Nei, Jesus livir í teimum.

Kærar heilsur
R. Ludvig