Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Ljóðdálking gloymd av løgmanni

2022-08-08 09:56

Løgmaður byrjaði frágreiðing sína á ólavasøku við einari av fagrastu náttúryrkingum okkara, har hann eisini kom inn á verju av náttúruni. Men ikki við einum orði nevndi løgmaður ljóðdálking ella um at verja tey, hvørs lív hvønn einasta dag verður forpestað av larmi.

Løgmansfrágreiðingin 2022 byrjar við einari yrking hjá Ismari Joensen, sála, har hann nevnir grøsini grøn og blomstrini vøn. Løgmaður heldur, at henda vakra summarmyndin eisini kann nýtast til at lýsa Føroyar í dag, tí tað grør um gangandi fót. Men, sigur løgmaður, nakrar hóttanir eru tó. Í náttúruni eru tað serliga stormur, seyður og svartaspilla, sum kunnu forpurra okkum grøðina. Men virka vit, skapa vit lívd, tryggja vit, at garðarnir eru í seyðahøgum standi, og velta vit upp úr nýggjum, so kunnu vit verja vøksturin, sigur hann.

Langt frá seyðahøgum standi
Fyri tey, sum hvønn einasta dag líða undir larmi frá skipum, sum liggja og larma og osa við bryggjukantarnar, dag út og dag inn, er eingin lívd tryggjað. Nærum hvønn einasta dag, kvøld og nætur við, verða nógv fólk her á landi plágað og pínd av larmi. Umframt er dálking av royki frá skipunum eisini ein stórur trupulleiki.

Løgmaður segði víðari í røðu sínari, at málið fyri hetta komandi árið verður at velta upp úr nýggjum, at verja vøksturin og skapa lívd, har neyðugt er. Løgmaður vil tryggja, at garðar okkara eru í seyðahøgum standi, nú hóttanir hómast.

Men hóttaninar móti teimum, sum búgva nær nøkrum ávísum havnum í Føroyum halda fram. Sama dag, sum landstýrismaðurin við fiskivinnumálum í tíðindum segði seg vilja fara í samráðingar um nýggjan fiskisáttmála við Russland, flýggjaðu fólk úr sínum egnu heimum, undan hesum larmandi skipum, sum núverandi fiskisáttmáli gevur undantaksloyvir til at umskipa við føroyskar bryggjukantar.

So at siga dagliga koma klagur inn til Heimafrið frá fólki, sum eru í dýrastu neyð, tí tey fáa ikki hvíld inni hjá sær sjálvum. Í Heimafriði spyrja vit tí løgmann, hvat hann ætlar at gera fyri at skapa lívd hjá teimum, sum hvønn dag líða undir larmi frá skipum.

Sjálvt smáblóman verður nevnd
Sjálvt smáblómuna minnist løgmaður at nevna í røðu sínari, tá hann segði, at eingin smáblóma skal smæðast burtur í Føroyum. Í sama andadrátti sigur løgmaður seg vilja betra um tryggleikan og trivnaðin á fleiri mótum. Men tá tað kemur til tryggleika og trivnað hjá teimum, sum verða plágað av óljóði, hevði løgmaður einki at siga.

Heimafriður sóknast eftir, hvat løgmaður ætlar at gera fyri at betra um tryggleikan og trivnaðin hjá teimum, sum aftur og aftur grátandi venda sær til Heimafrið, tí tey fáa ikki hvíld heima hjá sær sjálvum.

Heimafriður
Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna