Lív til árini - Havnin skal vera undangongukommuna

2020-10-26 10:12

Ein av høvuðsorsøkunum til at eg stilli upp aftur til býráðið í Havn er, at eg vil virka fyri, at vit fáa ein virðiligan og góðan eldrapolitikk. Hetta stóra og týdningarmikla vælferðarøkið er lagt til kommununar at umsita. Og Tórshavnar Kommuna skal vera undangongukommuna.

Vit skulu reka ein miðvísan eldrapolitikk, som hevur til endamáls at leggja Lív til árini, og sum hevur til endamáls, at virðismikil lívserfaring hjá eldri ættarliðum verður hoyrd.

Fleiri starvsfólk til røktina – og fleiri búpláss til eldri

Tað er ikki í lagi, at havnarborgarar og gomul fólk, sum hava tænt fyri seg í eitt langt lív, og sum nú hava tørv á samdøgursrøkt, at tey ikki sleppa inn á eitt røktarheim ella eitt sambýli. Soleiðis er støðan í Tórshavnar Kommunu í dag. Í næsta kommunuvalskeiði mugu vit í felag broyta henda veruleika.

Eg hava bert rós at bera teimum nógvu starvsfólkunum í heilsu- og umsorganartænastuni. Og tað sigi eg av ítøkiligari erfaring. Eri veruliga mangan ovfarin av teirri professionalismu, sum heilsuhjálparar, heilsurøktarar, heimahjálpir, heimasjúkrasystrar og onnur vísa – samstundis sum tey megna at skapa vón, frið og heilsubót kring brúkaran.

Men vit skulu blíva betri til at hoyra tað tey siga um, at tíðin røkkur ikki til at tryggja brúkarum trivnað og samveru.

Fleiri hendur skulu sleppa til verka, har sum brúkarin og borgarin er. Og borgarin skal eisini sleppa at taka avgerðir um egið lív.

Fái eg nakra ávirkan eftir næsta kommunuval í Tórshavnar Kommunu, so skulu vit blíva betri til at hoyra og virða starvsfólkið innan eldrarøktina og heimatænastuna. Tit vita hvat virkar, og hvør tørvurin er.

Eldraøkið og dagstovnaøkið eru tey týdningarmestu vælferðarøkini – sum kommunan fram um annað skal lyfta væl og virðiliga.

Míni hjartamál á eldraøkinum

- Vit skulu leggja lív til árini

- Vit skulu tryggja fleiri hendur til heimatænastu og røkt.

- Tað skal bera til at arbeiða fulla tíð hjá røktarstarvsfólki.

- Starvsfólkið skal fáa møguleika at lurta eftir brúkarunum

- Leiðslan á einstøku bústovnunum skal fáa myndugleikan og leiðslurættin aftur. 

- Hvør stovnur sína leiðslu!

- Starvsfólk skulu hoyrast og virðast !

- Vit skulu byggja virðiligar bústaðir bæði til sjálvbjargin eldri fólk - og til røktarkrevjandi borgarar.

- Borgarar, sum hava tænt samfelagnum eitt heilt lív, hava nógv at geva, tey mynda sálina í samfelagnum. Vit skulu tryggja fjølbroyttar møguleikar til tess. Innan mentanarlív, í tilhaldum og eisini á arbeiðsmarknaðinum.

Helena Dam á Neystabø, valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð