Fá samband við meg:
Bústaður: Maritugøta 30
Bygd: 188 Hoyvík
T-postur: kwp@globi.fo
Fartelefon: 59 60 62
Leinki á Facebook: www.facebook.com/kristianna.w.poulsen
Leinki á heimasíðu: www.j.fo/Kristianna

LISTASAVN FØROYA SKAL DAGFØRAST

2020-10-26 08:14

Kommunan skal taka meira ábyrgd av, at Listasavn Føroya fær betri arbeiðsumstøður, og at okkara myndlist ikki verður oyðiløgd av tíðarinnar tonn.

Einki er ókeypis, og tað er tað heldur ikki fyri høvðsstaðin at hava eitt gott og vakurt listasavn. Men Tórshavnar kommuna tykist at vera teirri fatan, at savnið einki skal kosta, tí árligi stuðulin frá kommununi er 150 túsund krónur. Hetta er langt frá nøktandi.

Okkara deiliga listasavn við viðarlundina gevur sanniliga høvuðsstaðnum virði. Íbúgvar í øllum aldursbólkum hava ríkar møguleikar at fara á gátt at síggja føroyska myndlist, at fáa rundvísingar og læra um føroyska myndlistasøgu og um samtíðar myndlist.

Barnagarðar og skúlar kunnu vitja savnið og fáa ókeypis rundvísing. Børnini kunnu eta matpakkan í forhøllini, har tey eisini hava høvi at royna seg sum skapandi menniskju. Tey kunnu tekna og gera myndir úr modellerivoksi. Savnið arbeiðir við at framleiða undirvísingartilfar, ið jú altíð er kærkomið fyri okkum, sum undirvísa.

Spennandi tilboð eru til barnafamiljur leygardagar, og vit vaksnu hava mínsann eisini møguleika at fáa betri innlit í føroyska myndlist, tí leygardagar er rundvísing fyri vaksin. Ein vitjan á Listasavni Føroya er altíð ein góð og lærurík uppliving og fær bestu viðmæli hiðani.

Listasavninum tørvar eina nýggja skipan til ventilasjón, sum er neyðug fyri, at myndirnar ikki skulu oyðileggjast. Tørvur er eisini á umvælingum, tí savnið er ikki nýtt longur.

Sum heild skal høvuðsstaðarkommunan taka sín part av ábyrgdini fyri at dagføra Listasavn Føroya.

Hesum vil eg arbeiða fyri, um eg fái møguleikan eftir kommunuvalið 10. november.

Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin