Býráðsvalevni í Havn

Tá ið barnafamiljurnar hava tað gott, hevur Havnin tað gott. Og tá ið Havnin hevur tað gott, hava barnafamiljurnar tað gott.

Leiga eina trøð fyri 99 kr.

2020-11-02 09:39

Leiga ein lítlan jarðarteig frá kommununi og set tíni egnu epli niður, røtur og annað grønt. Tórshavnar kommuna eigur fitt av lendi, sum ikki verður brúkt, men sum lættliga kann gerast ein grøn sólskinssøga.

Fái eg undirtøku frá tær og øðrum á býráðsvalinum, fari eg at virka fyri, at fólk kunnu leiga 100 fermetrar av kommunalari jørð fyri 99 kr. um árið. Á henda teigin kunnu fólk so fara við spaka og haka og velta eitt nú epli og røtur til egið brúk.

At leiga ein lítlan jarðarteig, har tú kanst vaksa grønmeti, er gott fyri fólk, tað er burðardygt og eggjar okkum at framleiða meira sjálvi.

Mong hava ikki møguleika at velta hjá sær sjálvum og hava ikki atgongd til jørð. Tí kann ein lítil jarðarteigur til eina familju veruliga muna og skunda undir eina burðardygga matframleiðslu.

Smáar leigutraðir til grønmeti er bæði góður og grønur trivnaður.

Gott val 10. novembur.

Høgni S. Reistrup
býráðsvalevni í Havn