Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Latið matstovuvinnuna umsita Føroyabanka

2022-03-31 07:10

Seinasta vikuskifti fingu fólk enn einaferð høvið at njóta heimsins besta tosk og hýsu á Barbara Fish House av veiðuni sum Jákup Sverri fekk á Føroyabanka.

Chefkokkurin á Barbaru er úr Mexico, ein sera dugnaligur kokkur sum gav eitt mexicanskt “touch” til teir vælsmakkandi rættirnar, og tað var fullt hús bæði kvøldini tá Føroya Banki var á skránni. Tað er hugaligt at tað er stórur almennur áhugi fyri Føroyabanka og teimum gastronomisku gimsteinum har finnast, eisini útlendingar sýna honum stóran ans og ein Føroyabanka festivalur á heysti vildi havt stóran altjóða áhuga við nógvum gestum. 

Greinin sum Regin Winther Olsen skrivaði um Føroyabanka í The Guardian í fjør hevði fleiri hundrað túsund lesarar, og gav nógv feed back. Føroyabanki kann draga fleiri Michelin stjørnur hendavegin.

Føroyabanki og fiskameingið har úti er okkara “jurassic park”, størsti toskurin hesaferð vá 26 kg!

Uppá allar mátar er Føroyabanki eitt sera áhugavert øki, og har er nógv hjá fiskifrøðingum og okkara granskarum at arbeiða við. Ígjøgnum Bankarennuni fara hvørt sekund 2 millionir kubikmetrar av sjógvi, tað sama sum tann dupulta nøgdin av øllum heimsins áum, allur hesin streymur ger at Føroyabanki hevur sína egnu vistfrøðiliga skipan. Toskurin har fær eina meðalvekt uppá 12 kg uppá 4 ár – hetta er heimsins hægsti vøkstur fyri tosk! Føroyabanki eigur at koma á Unesco World Heritage skránna.

Føroyar liva av fiski og vit mugu fiska skal okkara samfelag liva. Men, men! Tað er ikki rætt at lata Føroyabanka upp aftur í so stórum mun sum Fiskimálaráðharrin viðmælir, stovnarnir er ikki komnir fyri seg enn.

Vit hava eina sera dugnaliga og professionella Havstovu, og tað er hugstoytandi at politiski myndugleikin ikki fylgir teirra tilmæli um avmarkaðar dagar á Føroyabanka og at sýna varsemi, tað er so skjótt at bankin verður oyddur aftur og sum vit hava sæð áður.

Onki hoyrist frá Fiskimálaráðnum um krøv fyri at sleppa á Bankan, onki orð um marketing ella góðskukrøv og kanska eitt gjald uppa kr 30,- per kg fyri yvirhøvur at sleppa at fiska har.

Rættast er at matstovuvinnan, Visit Faroes, Havstovan, og tey virkir sum virka saltfisk sleppa at umsita Føroyabanka og at ávís friðing, góð stovnsrøkt og avmarkað veiða verða galdandi, so er Bankin í góðum hondum.

FAROE BANK BACALAO og FAROE BANK HADDOCK, hesi vóru einaferð Føroya bestu brands, latum okkum fáa lív í hesi aftur, tey eru gull verd.

Fyri tey skip, sum sleppa á Bankan, har skal tað verða eitt krav, at skipari og manning skulu á eitt gastronomiskt grundskeið áðrenn Banka loyvið verður givið.

Við kreativari nýhuxan kann so nógv meira fáast burtur úr Føroyabanka, vinnuni, granskingini, ferðamannavinnuni og øllum Føroyum at frama. Føroyabanki er ogn allra føroyinga og hann skal verjast.

Johan Mortensen