
Lat okkum tosa um Kollafjørð...
2020-11-06 12:30
Hví skulu Kollfirðingar standa vátir og bíða eftir bussinum?
Tað týkist mótsigandi at hava eina bussleið, tí vit ynskja at bjóða eitt gott samferðslu kervi til okkara borgarar. Men í Kollafirði mugu tey standa og bíða framvið vegnum.
Hví eru vegir so smalir, at teir næstan eru vandamiklir?
Kunnu vit ikki bjóða Kollafjørð og hinar bygdirnar ein náttarbuss, so borgarir á bygd eisini sleppa heim um náttina í vikuskiftinum?
Eg ynski at sameina bygdirnar við miðstaðin, og at lurta eftir teirra ynskjum og m.a. geva teimum hugaligari viðurskiftir at nýta bussleiðina er mátin eg ætli at gera tað uppá.
Tað má bera til at hava tættari samskifti millum bygdir og Kommunu.
Set X við Michel, og lat okkum annars prátast á sosialu miðlum.