Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Landsverk uttan samvitsku

2022-05-30 14:13

Tað burdi als ikki verði loyvt at lata ferðina á landsvegnum fara niðurum 80 km. Tað er og skal ikki verða ábyrgdin hjá bilførarum at vanda sær fyri akførum sum koma skríðandi frá einum síðuvegi.

At lækka hámarksferðina fer bert at skapa fleiri trupuleikar og óhapp. Tann sum kemur at fáa gagn av at seta ferina niður, verður tað danska bóta kontóri.

Landsverk ger einki fyri at betra trygdina á landsvegnum, veginir magla viðlíkahald og landsverk duga ikki ein gongd at gera eina rundkoyring, mær vitandi má og skal ein rundkoyring ikki verða minni enn 28 metur í diametur, sæ í verandi støðu, og at vit skriva 2022, so verða lastbilarnir størri, hetta við øðrum, ger at trygdin er sera vánalig.

Eg dugi ikki at syggja hví tað skal gerast til ein trupuleika at betra ferslutrygdina, tað burdi verði krav frá Landsverk, at um kommunur ynskja at fáa bygdarveg ibundnan í landsveg, so skuldi kravi verði at ein glíðibani á ca 450 metrar verða gjørdir so bilar sum koma inn á landsveg hava flættiskyldu, og hámarksferðin ongantíð verður lægri enn 80 km. Nógvastaðir kundi ferðin verði økt til 90 km soleiðis at tað eru bygdavegir, landsvegir og moturtrafikvegir verða í føroyum.

At lækka ferina fer at gera eina falska trygd fyri bilistin sum kemur inná landsvegin, vit vita øll, at tað eru bilførarar sum ikki halda ferslulógina, hetta síggja vit dagliga.

Vit sum hava eitt sindur innanfyri, duga væl at syggja, at um ein bilur ella trailari í koyrir 80 km ja oftast meira á einum strekki og hvar ein bygdarvegur verður festur í, ja so er dagliga sjónin, at bilførarar koma út á landsvegin við eini fer sum neyvan røkkur meira enn ein skjaldbøka fer, vit hoyra javnan øgulig floyt og bremsur, og sum tíðbetur halda.

So mítt ynskji saman við nógvum øðrum, er at landsverk ikki setur ferina niður frá 80 til 60 km, men heldur krevur at samarbeiði við kommunur um at tryggja vegin so tryggan sum gjørligt, hetta við mittarrabat, flatningsskyldu, og stórri rundkoyringar, eisini at tryggja at bilførara ikki punktera av teimum stóru holinum sum eru á landsvegnum