Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Landstreym til skip við havnir í Tórshavnar kommunu

2020-10-30 10:50
Kommunalpolitikkur - 

Heimafriður hevur í fleiri ár haft eina sterka meining um larmin, ið kemur frá skipum, sum liggja við bryggju og er tað ikki ógrundað.

Skip, ið liggja við bryggju larma, summi meira enn gott er, og onnur nakað minni. Eitt,sum kann verða kravt av skipum, ið liggja við bryggju er eitt krav um landstreym.

Áðrenn landstreymur kann gerast krav, mugu vit vera vís í, at vit hava kapasitet nokk at veita landstreym. Brúka vit ferðamannaskipið Norrøna sum dømi, so brúkar hon líka nógvan streym sum Fuglafjarðar kommuna.

Skip brúka ikki øll sama streymfrekvens, onnur skip hava ikki ljósmotor, men bara høvuðsmotor og onnur skip hava ikki deilt skipið upp í fleiri ljóstalvur. Summir motorar hava meira láfrekvens-óljóð og aðrir hava háfrekvens-óljóð. So hetta er ein jungla, sum farast skal í gongd við.

Hetta skal tó ikki fáa okkum at falla í fátt, men tað skal arbeiðast miðvíst frameftir, soleiðis at skip, ið liggja við bryggju á Sundi, á Oyrareingum og í Tórshavn, frá 2030 skulu brúka landstreym.

Eitt annað er so tað, at skip, ið liggja við bryggju í Føroyum, ikki hava loyvið at brenna olju við meiri enn 0,1 vektprosent svávulinnihald.

Alt meðan vit arbeiða fram ímóti málinum, kundi ymsar bótaloysnir viðvíkjandi larminum verði gjørdar, t.d.:

· At skipini fáa til láns ein ljóðdoyvara at heingja fyri skorsteinin á skipinum, ið liggja við bryggju. Ein slík einføld loysn skuldi gjarna fingið óljóði munandi niður

· At skip, har landstreymur nøktar tørvin hjá skipunum, verða kravd at brúka landstreym

Gott val!

X við Jens Knudsen á lista B

Jens Knudsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu

RN