Landsstýrið brennur ljósið í báðum endum
2020-10-18 14:25
Alt tað uppsparda avlopið hjá landinum er, eftir bert einum ári, brúkt vegna ófíggjað útreiðslugildi hjá landsstýrinum. Samstundis hevur landsstýrið minkað inntøkur landsins við fleiri lógarbroytingum, uttan at seta nýggjar inntøkur í staðin.
Úrslitið er, at farið er frá avlopi
á nærum hálva milliard í 2019 til stórt hall - sjálvt uttan útreiðslur orsakað
av korona.
· Nú
fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er lagt fram er greitt, at leypandi útreiðslur
landsins til rakstur eru øktar um 600 milliónir og 12% eftir bert 2 árum -
harafturat koma korona-útreiðslurnar, ið hava verið neyðugar - alt ófíggjað.
· Inntøkur
landsins og inntøkurnar hjá kommununum eru samstundis minkaðar munandi við
fleiri lógarbroytingum - alt ófíggjað.
· Serskattaskipanir
settar í verk fyri fleiri bólkar - alt ófíggjað.
· Inntøkur
frá tilfeingisgjøldum minkaðar munandi - alt ófíggjað.
· Útreiðslur
til íløgur á fíggjarlógini øktar - samstundis sum íløgur, ið áður sóust á
fíggjarlógini verða fluttar út um fíggjarlógina.
· Fíggjarliga
langtíðarhaldførið hjá landinum, og harvið fíggjarliga grundarlagið undir
okkara vælferðarsamfelagi, er hartil munandi versnað við fleiri stuttskygdum
lógarbroytingum og ófíggjaðum átøkum eitt nú á pensjónsøkinum.
· Skuld
landskassans er økt 1,6 milliard - harav bert ein partur er orsakað av korona.
· Nú alt tað
uppsparda avlopið er brúkt, verður farið eitt stig víðari. Nú mæla samgongufólk
til at selja landsins fyritøkur - eitt nú Føroya Tele - fyri at brúka enn meira
pening beinanvegin. Hvar endar hetta?
Fleiri ávaringar um skeiva fíggjarpolitikkin
Tað er ikki uttan orsøk, at bæði
Vinnuhúsið og Fíggjarmálaráðið - í tíðindaskrivi og
búskaparfrágreiðing - ávara ímóti førda fíggjarpolitikkinum. Búskaparráðið
vísir eisini á, at Føroyar - hóast korona - als ikki eru í einum búskaparligum
aldudali, og mælir frá, at seta ferð á búskapin.
Landsstýrið ger nógv fyri, at flyta Føroyar burtur frá málinum um ein
sjálvberandi búskap - kanska hetta er endamálið?
Søgan endurtekur seg
Á heysti 2011 fingu somu flokkar, sum nú eru í landsstýrinum –
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin (umframt Sjálvstýri) – ábyrgd.
Valdu tá, eins og nú, at brenna ljósið í báðum endum. Úrslit landskassans
versnaði. Hetta hendi enntá hóast valt varð frá 2012 at inntøkuføra 2-300
milliónir árliga av framtíðar pensjónsskatti. Inntøkur, ið ikki vóru í 2011, og
sum koma at mangla seinni.
Á heysti 2015 fingu vit – Tjóðveldi saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn - ábyrgd, og valdu at venda gongdini
beinanvegin. Framskrivaða fíggjarlógin fyri 2016 vísti tá stórt hall á -144
mió. kr. Við javnari býti av virðunum við fult fíggjaðum lættum til lág- og
miðallønt, við nýggjum inntøkum og varligum útreiðsluvøkstri, eydnaðist at
venda stórum halli til avlop. Skuldin minkaði og uppsparingin vaks.
Búskaparliga gjørdust vit meira sjálvberandi og sjálvbjargnari.
Á heysti 2019 endurtók søgan frá 2011 seg - tíverri.
Enn ein upprudding fyri framman
Núverandi landsstýri fremur nógv ófíggjað átøk, ið minka inntøkur landsins
og økja útreiðslurnar. Úrslitið er hareftir.
Landsstýrið brennur fíggjarliga ljósið
í báðum endum.
Ein av høvuðsuppgávunum hjá einum komandi landsstýri verður tí, at at fáa skil
aftur á fíggjarpolitikkin og at venda gongdini – einaferð enn.
18. oktobur 2020
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna
