Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Kunnu vit siga nei?

2021-10-28 09:38

Rúsevni, sálaravbjóðingar og óstýrilig børn – 2. íkast til kjakið

Fyri áleið 20 árum síðan fingu allir alarar í Føroyum ein dýran lærdóm.

Fiskurin bleiv sjúkur, og øll alivinnan steðgaði upp.

Menniskjan hevði sett natúrligu umstøðurnar hjá laksinum at trívast og mennast til síðis.

Har høvdu tó verið tekin.

Afturlítandi nikka fleiri til, at nógv av hesum helst kundi verið umgingið.

Men tað bleiv ikki bakkað.

Valið var okkara.

Meir fiskur varð settur út, ferðin varð sett upp og so meir heilivágur og fleiri viðgerðir.

Vit fóru um markið.

Tað er ein náttúrulóg, at tá vit broyta ávirkanirnar, so broyta vit samstundis úrslitið.

Eitt pluss eitt verður tvey, men trý pluss eitt verður fýra.

Í kavaravinnuni ger nakað líknandi seg galdandi.

Tá kavarin er farin undir, henda broytingar í kroppi hansara.

Hann er farin úr sínum natúrliga umhvørvi.

Kavarin ansar sær, tí hann veit, at hann ikki má vera undir vatni ov leingi.

Hann nýtir eisini ein trygdargeira (sikkurheitsmarginu).

Fer kavarin um markið, eru avleiðingarnar nevniliga alt ov stórar.

--

Á jørðini hevur menniskjan búleikast í nógv túsund ár.

Seinastu 100 árini er sera nógv broytt. Seinastu 30 árini øgiliga nógv.

Hvønn veg hava vit flutt okkum?

Jú, víst eru vit mettari, heitari, og songin er vorin bleytari.

Ja, men hvussu trívast vit?

Menniskjan er jú so nógv meir enn bert ein kroppur.

Eru nøkur tekin?

Eru nøkur hagtøl?

Hava vit og serliga hesi viðbreknu børnini førleikarnar til at tilpassa okkum, og hvussu megna børnini at takla fremmandu lívsviðurskiftini, sum vit – samfelagið og nútíðin – krevja, at livast skal undir?

Er tikið við í roknistykkið, at nýfødda menniskjabarnið er ein tann mest viðbrekna og óhjálpna veran, sum kemur inn í henda heim?

Í mun til flest onnur djór, so er ein menniskjaheili bert mentur áleið 20% við føðing. Smábarnið hevur tí í ein heilt serligan mun - og í nógv ár - ein alstóran tørv á fleiri sterkum og góðum tilknýtum. Einum tryggum og støðugum umhvørvi, har heilin víðarimennist, og grundstøðið til nógvar lívsmyndandi førleikar verður lagt.

Førleikar, sum seinni skulu bera og balansera barnið í gjøgnum alla tilveruna.

Hvussu man tað ávirka eitt barn, um møguleikarnir fyri hesum tilknýtum verða týðiliga avmarkaðir?

Og hvussu við menningini?

Hvat kann tað ávirka menningina hjá barninum, um tað er nógv meir saman við sínum javnlíkum og nógv minni saman við sínum foreldrum og øðrum umsorganarpersónum?

Ávirkast heilamenningin, ávirkast sálarheilsan, ávirkast atburðurin?

Tað fyrsta árið trífaldast ein barnaheili nevniliga í stødd.

Næstu árini útviklar smábarnaheilin heilt upp til 120 milliónir nýggjar synapsir (sambond í millum neuronir í heilanum) um minuttin – 2 milliónir um sekundið.

Mennist eitt barn kanska øðrvísi, um tað í hesum tíðarskeiðum upplivir umhvørvið fremmant og kappingargrundað?

Og hvat við, at vit nú øll allatíðina kunnu flyta okkum so skjótt og trygt aftur og fram, og tí ofta bert eru heima og saman nakrar fáar tímar um vikuna. Broytir hetta kensluligu sambondini?

Hvussu man tað kennast at vera barn í dagsins familjumynstri og nútíðar familjulívi?

Hetta eru stórir og torgreiðir spurningar – men alt hongur saman. Roknistykkið er stórt.

--

Vit eru tey vaksnu í dag, og eitt pluss eitt er ikki fimm.

Dagliga eru vit vitni til tað fyrsta ættarliðið av børnum í heimssøguni, har meirilutin ikki kann fara heim, tí eingin er heima. Nútíðarsamfelagið loyvir hesum ikki. Og um tey fara heim, so koma tey heim til tóm hús.

Eru nøkur tekin at hóma um hesa broyttu ávirkanina?

Eru vit komin tættari onkrum marki?

Segði nakar ørkymlan? Segði nakar sálarórógv?

Møguliga var tað ongantíð meiningin, at børn skulu vaksa upp í einum umhvørvi, har tey gerast útsett fyri strongd, og har tey hava tørv á flýggjan og doyving.

Møguliga var tað altíð meiningin, at børn skulu vaksa upp í einum umhvørvi, sum verjir tey í móti strongd, og har tey stórtrívast og blóma.

Eygleiða vit, ella verður ferðin bara sett upp, og so meira heilivágur og fleiri viðgerðir?

Segði nakar rúsevni? Segði nakar sjálvhjálp?

--

Afturvendandi verður alment kjakast um henda ringan smakkin, sum køkan hevur fingið - um at hond má takast um henda ódámliga smakk - um at smakkurin skal viðgerast.

Men hvat við uppskriftini og orsøkini til smakkin?

Kundi ein loysn kanska verið bara at koyrt annað tilfar í køkuna?

Kom “rætta” úrslitið so av sær sjálvum?

Kann tað veruliga vera so einfalt?

Kanska hava vit ikki fyri neyðini at fara um markið hvørjaferð bert fyri at finna tað?

Kanska kunnu vit vera til staðar, leggja til merkis og fata samanhangir?

Áhugavert er tó, at søgubøkurnar ofta fortelja nakað annað um menniskja.

Møguliga er tað tí, at eitt tað fyrsta, sum hendir við ov nógvari ferð, er nærsjón og mist yvirblikk.

Møguliga er tað tí, at eitt annað, sum hendir, er skeiklað veruleikafatan.

Veruleikafatanin, sum er grundalagið undir øllum meiningum og øllum lívsvalum okkara – tilvitað og ótilvitað.

Tíðin er avmarkað, og orkan er avmarkað.

Hvørt tilval krevur samstundis sítt frával - hvør sigur, sítt offur.

Hesin sannleiki broytist ikki.

Tað merkir, at um ein vil hava meir og meir, so missir ein samstundis meir og meir.

Men øvugt merkir tað jú, at hvørjaferð vit siga nei og velja okkurt frá, so fáa vit okkurt afturfyri.

Vit hava sigrað, og vit hava fingið nógv, men hvat mistu vit?

Hvar íløgan skal gerast, og hvat avkast vit ynskja, er upp til okkum.

Tíbetur eiga vit avgerðina sjálvi.

Tann møguleikan hava vit framum børnini og ungdómin.

Jan Thomsen
(tor)næmingur?