Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kunnu Føroyar keypast?

2021-03-13 11:05

Minnast tit hin forsetan í USA, sum bleiv fornermaður, tí hann ikki slapp at keypa Grønland? Og minnast tit, hvussu langt úti, vit hildu, hann var?

Men hví eru vit so sannførd um, at USA ikki kann keypa Grønland, tá ið vit glaðbeint selja okkara fiskiloyvi og kvotur til íslendsk reiðarí og hollendsk. Og tá ið vit selja landið fyri ein blokk pluss nakrar hundrað mió afturat. 

Við hesum í huga, er tíðin so ikki komin til at fáa samtykt eina orðing, sum sigur "at onki útlendskt vald eigur nakran rætt til ræði og ognir í landinum"? Ella eina orðing, sum bara heldur fast um prinsippið, at land okkara er altso ikki til sølu!  Akkurát sum Trump fekk at vita frá danska statsministaranum. 

Vit fingu eina orðing, sum er í familju við hesa orðing í fiskivinnunýskipanina í undanfarnu samgongu. Har stóð, at ongin útlendskur ognarskapur skal verða í fiskivinnuni. 

Men pengar lukta, segði onkur, og útlendskir ríkmenn tevjaðu gull, teir sóu ríkidømið rundanum Føroyar og fingu føroysku andstøðuna tá, føroyskar strámenn og danska statsministaran at hjálpa sær.

Og hesir vunnu, og vit taptu. 

Men eg loyvi mær kortini at spyrja: var hatta tað, sum føroyski veljarin var vitandi um fór at henda? Og man hann vera nøgdur?

Eg fái meg ikki at trúgva tí! 

Men veljarin veit altið best, og hann skal so fáa møguleikan at velja umaftur næstu ferð. Men alt tekur tíð. Og oftari hann velur flokkar, sum stríðast fyri útlendsk reiðarí, longur burtur er føroyskur ognarskapur av tí, sum átti at verði føroyskt ríkidømi.

Annita á Fríðriksmørk