Kumpassin

2020-09-21 07:24

Kumpassin

Gjørdist mestsum heitur um hjarta, tá ið eg sá yvirskriftina á grein hjá einum fólkafloksvalevni, ið staðfestir, at “kumpassin má rættast og nýggj kós setast”.

Hatta er tað, vit onnur hava sagt í skjótt fýra ár, men at eisini valevni hjá Fólkaflokkinum nú eru farin at halda tað sama, er at frøast um. Spurningurin er so, um viðkomandi valevni er í røttum flokki, tí Fólkaflokkurin hevur jú sett borgarligu kósina í Havn síðstu fýra árini?

Víðari skrivar hetta góða valevni, at “ein atkvøða til mín tryggjar, at borgarliga kumpassin verður rættað og nýggj kós sett.”

Nei, nei og aftur nei! Tað er beint øvugt, tí øll munnu duga at síggja, at hvør einasta atkvøða til Fólkaflokkin merkir bara eitt: Meira av tí sama!

Men hatta við nýggjari kós dámar mær øgiliga væl, tí tað er harðliga tiltrongt. Vilt tú eisini hava nýggja kós, so er sjálvandi at velja Javnaðarflokkin!

Heðin Mortensen
býráðslimur