Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Krossurin vanvirdur

2021-03-26 00:08

 

Ovi Brim, sóknarprestur, hevur ikki skilt at kristni krossurin ikki er eitt listarverk sum so, men eitt frámerki ella symbol, ið stavar frá krossfestingina á Golgata. At gera krossin um til listarligt arbeiði er kanska at fara rættuliga langt frá tí krossurin umboðar og er ætlaður at umboða. Ovi Brim hugsar sær at henda órørda náttúra, skal verða eitt stað har friður og sómi valdar, fólk kunnu ganga sær ein túr, seta seg niður við síðuna av ovurstóra kolossinum av einum krossi, - ið mestan er at skoða sum ein vánaligur lýsingarsteyri fyri onkra handismiðstøð, - og biða sina stillu bøn ella hugsa sær listarligar tankar. Hetta er tað reina møsn og tankaflykrur frá Ova Brim, sóknarpresti.
Sum prestlærdur má takast sum givið, at Ovi Brim er kunnugur um aldargomlu grisku og romverksu filosoffarnar og teirra tulkingar av verunleika og fiktión, og enntá tí nærri okkara tíðarskeið í 18´du øld upplýsingartíðskeið har vitugir filosoffar og hugsjónarmenn komu nærri tulkingum og gransking av náttúruni út fra ikki-átrúnaðarligum og vísundaligum sjónarmiðum. Sum við antikku / aldargomlu filosoffunum, serstakliga Cicero, og táverandi upplýsingartíðarskeið intil rómarríkið fall umleið ár 500.e.Kr. sæst mllumtíðarskeiðið til nýggju upplýsingartíðina við m.a. Voltaire, at verða eitt afturhaldsins og reaktionert tíðarbil har kristindómsins pessimisma og svartskygnið valdaði. Teksturin De Natura Deorum ("Nátúra Gudanna") frá Cicero er megnar verk, ið filsosoffar tóku til sín fleiri hundraðir ár seinri, og har aðaltátturin just er ikki at blanda átrúnað og náttúruvísindi saman. Og tað er just har Ovi Brim fellur í egnu grøv sum prestur, at tað nevniliga ikki er í Guds fríðu og óspiltu nátúru at hin einstaki hevur sínar stillisligu bønir. Slíkar verða hildnar í lønkamarinum har alt utanfyri standandi er burtur, einki órógv av fugli ella seyi, ella tyrluni, ið skundar sær norður ella suður, ella ambulansuni, ið fer ílandi niður í Eysturoyartunnilin.
Ovi Brim átti allarhelst sum prestur at sett bønhúsið, kirkuna, og tess einfalda, stilistiska og nakna kross við krossfesta Kristusi í væl størri virðing, enn at gera seg til forsprákara fyri turrgjeldum og vánaligum symbolikki og vánaligari populistiskari "list" ovast á Høganesi. Slíkt er ikki til nakra æru, sóma ella virðing fyri siðiligan kristindóm og føroysku kirkuna.