Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Krossurin á Høganesi

2021-04-03 06:08

 Krossurin á Høganesi

Tað er tá merkverdugt. Tá ið talað verður um at reisa ein kross - á Høganesi – sum er eitt “symbol” uppá tað ið okkara samfelag er bygt á, og er einasta vón heimsins; tá er – orsaka at eg kalli ein spaka fyri ein spaka – fanin leysur.

Men tá ið ein marmennil, sum stendur fyri at oyða tilfangið í sjónum, verður reistur í Elduvík, ein kópakona ið leggur upp til ótrúskap, verður reist í Mikladali, ein nykur, ið dregur børnini í vatnið fyri at oyða tey, verður reistur við Leitisvatn og eitt kongaminni í Havn (ein obeliskur) varð reistur í 1882, ið trælabindur okkum til danska kongsríki, og hevur sín uppruna úr Egyptalandi og tað sum verri er; er ein partur av Baalsdýrkanini, tá klappa tey flestu.

Hvussu ber tað til, at ein krossur skal skapa slíka øsing, tá ið annað ið umboðar óndskapin sjálvan verður “jublað” ígjøgnum? Eg spyrji bara.

Annars so síggi eg beint yvir á Høganes bæði úr mínari stovu og sovikamari. Persónliga hevði eg ikki havt nakað ímóti at sæð ein kross bæði morgun og kvøld, ístaðinfyri – sum nú – eina skalluta antennu. Krossurin minnir meg um mína støðu, og at eg hvønn dag má koma til krossin og ásanna at eg eri ov stuttur og havi brúk fyri Guðs náði.

Nakað annað er, um krossurin eigur at vera so litfagur sum lagt verður upp til. Tað var jú ikki nøkur litføgur sjón, tá ið Jesus hekk á krossinum. Men so uppá tí aðru síðuna, so sigraði Hann á tí ónda og vann yvir djevlinum og øllum hansara harkaliði, og størst av øllum vann okkum ævigt lív. Krossurin er tí sigursmerkið yvir øllum øðrum og skal kanska tí eisini vera litfagur!?

Eg skilji eisini at summi kunnu øsa seg um krossin. Tí um ein hevur humanismuna sum grundstøði, verður krossurin jú til ástoyt. Krossurin vitnar jú ímóti okkum, og sigur okkum, at vit eru syndarar við eini óndari náttúru, og at vit hava brúk fyri Guðs náði og fyrigeving. Humanisman harafturímóti - sum fyrst og fremst verður prenta í okkara fólk á teimum hægru lærustovnunum, men eisini í teimum “lægru” - lærur okkum, at menniskjan í botn og grund er góð, og verður krossurin tessvegna ein meinbogi fyri hesi læru.

Fyri at taka samanum: Vælkomin krossur á Høganes!

Dánial Gaardlykke

Leitisvegur

Saltangará


Krossurin á Høganesi.docx