Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Krossfest, Krossfest!!!

2021-10-29 22:57

Eitt eldfimt evni sosum dansistovan í Sørvági elvir til øsing og spjaðing millum góð fólk. Nógvar viðmerkingar vóru til innleggi á Portal.fo, undir ”Lesarin”, um ”Seinasti summardagur í Sørvági”

Onkur skrivaði ”Dansistovan niður og byggja nakað, sum hoyrir nútíðini og framtíðini til”.

Onnur viðmerkj. var ”Meiningin við skrivinum er, at geva negativt umdømi um Sørvág, og niðurgerða fólk sum gera sjálvboðið arbeiði fyri at skapa trivna í bygdini”, og har vóru aðrar útvið 100 alskyns viðmerkingar.

Onkur vil ikki kennast við dansistovuna. Hon kennst fyri yngra ættarliðið sum eitt fremmandalikam, ”eitt misprýði”, ella ,”Hugsa um hvat hasin skramblikassin kostar, tá hann er settur í tipp topp stand”

Hugin Skålum, form. í tekn. nevnd roynir at verða seriøsur og konstruktivur við einum boð uppá 12-14 mill. til endurreisn av dansistovuni, tó uttan at taka støðu fyri ella ímóti.

Ein bygdarráðslimur Jóhan Mikkelsen heldur, at tað er ikki ”go” í bygdarráðnum, um tey ikki kunnu finna eina hóskandi loysn viðv. dansistovuni.

Ein provisorisk galluppmáling, sum onkur hevur fyriskipað á facebook, har fólk kunna stemma fyri/ímóti varveiting av dansistovuni, gevur útfallið 64 sum vilja varveita, og 188 sum vilja bróta niður dansistovuna.

Vit vita, at dansistovan ikki er nakað príði fyri bygdina í Sørvági. Og hon er vorin eitt skensil at síggja, síðan kommunan keypti hana frá Billumonnunum fyri 5 árum síðan.

Men er tað eisini tað sama sum, at hon er søguliga virðisleys í okkara bygdarsøgu ?

Tað sum fangar eyguni er tann stóri, næstan ”mega” bygningurin. Stoyptur upp við handakraft. Her hava menn lagt nógv fyri. Og alt sum bygt er, er bygt við egnum midlum. Einasti stuðul Billumenninir fingu lá í teirra egna vilja og megd. Tað er snøgt sagt imponerandi hvat menn hava lagt fyri. So, tað má hava verið við stoltleika, at Billumenninir innvígaðu hettar húsi ta Harrans árið 1968.

Tað var heldur ikki uttan svørðslag, at Billustova kom upp at standa. Stór mótstøða var ímillum partar av bygdarfólkinum. Onkur misti útsýni. Onkur hevði aðrar ætlanir fyri økið. Tað bleiv til rættargongd, við hoyring, sum var í Sørvágs Skúla. Útfallið hjá Sørvágs Kommunu til at geva byggiloyvi, var fundera á, at unga fólki skuldi støðast og trívast í bygdini. Serliga um vikuskiftini. Tey skuldu ikki fara til Havnar at halda sær til gamans og álvara. So framskygdir vóru teir í bygdarráðnum tá.

Ta bygdarráðið legði eisini aðrar varðar eftir seg. Sosum at Sørvágur bleiv ein av teim fyrstu bygdunum við innandura svimjihyli. Og í 1968 løgdu teir eisini lunnar til ringveg uttanum bygdina. Hvussu fingu teir tað til ? Pengar vóru ongir.

Ta tíðina vóru so nógv spennandi popporkestur. Einamest í Havnini. Men eisini her vesturi. Takka verið pallinum hjá Billumonnunum so høvdu vit, ta tíðina tá best var, eini 3 popporkestur bara í Sørvági. Sørvágs Kommuna valdi í stríðnum um dansistovu/biohøll eina pragmatiska loysn. Teir góvu byggjiloyvi, og valdu við tí eina loysn, sum bleiv til stóra gleðið fyri bygdarfólki og oynna annars. Bæði fyri tey ungu, men eisini fyri tey eldru. Til biografin vóru handanna fólk kanska enntá glaðari enn sørvingar. Tað vóru ongir bilar tá, so tey hinu meðna frá høvdu forrætt at koma inn tá stórfilmar gingu og tað var fullsett. Ella risikeraðu tey at standa í 2 tímar og bíða úti í regninum. So sørvingar máttu taka til takka og bíða til seinna kvøldi.

Hvørjum standa vit so eftir við ídag ?

”Fá hattar ljóta skrýmsli vekk ”, ”Nýmótans bygning” rópa korsfararnir.

Vit skulu hava nýggja vøggustovu. Onkur nevndi ein prís uppá 30 milliónir. Onkur nevndi aðrar 30 mió. fyri nýggja ítróttarhøll. Fyri nýggja Billustovu sigur Hugin uml. 13 mió., onkur annar sigur 25 mió. Tað fer at verða trongligt á fíggjarlógini hjá Sørvágs Kommunu.

Tað sigst at, ”lætt er at breiða reimar á annan manns herðar”. Men er tað nakar sørvingur sum ídag orkar, at taka upp arvin eftir Billumonnunum ? At leggja rygg til ? At risikera nakað av egnum midlum ? Vit vita, at útfallið er sera yvingarsamt. Bara hygg at Billustovu.

Nei til narkotika !!!

Fer tú inn í PE handilin í Sørvági okkurt kvøldi, so standa ofta eini 12 til 14 ungfólk har. Hvat tey gera ? Onki. Tey vilja verða saman við øðrum ungfólki. Men tey hava ongastaðni at fara. Uttan út í regni.

Á diskinum stendur skilti, ”Nei til narkotika !”

PE er sera væl valgt til eitt uppslag sum hettar. Kundi ikki verið betri, her sum tey ungu savnast. Men fer tú ein túr gjøgnum bygdina eitt fríggjakvøldi seint, um 11 tíðina, ella leygarkvøld líkaso, so standa onnur ung við bussskýlið. Nakað eldri í aldursklassa. Tey standa og bíða eftir náttarbussinum, sum fer til Havnar. Til Havnar at ballast og at jolla sær annars.

Nú hava Vágafólk sett á stovn ein bólk til at rudda upp í narkotikaólevnaðinum, ”Ung og Rúsur”. Vágoyggjin flýtur í narkotika. Hvat er hettar fyri nakað ? Jú tað er púra satt. Í náttarlívinum í Havnini er tað frí atgongd til allan levna, lystir, og aðrar freistingar líkasum í øðrum framkomnum londum. Og ungdómurin úr Vágunum verður móttikin við opnum ørmum.

Normenn hava orðatakið, ”bedre førevar, enn ettersnar”. Var tað ikki betur at forða fyri at ungdómurin bleiv avsporaður í ólevnaði, heldur enn at verða eftirsnarður tá rumbli er farið á rull ?

Hvat væntaðu krossfestarnir ? Væntaðu tey, at tey ungu sum fara til Havnar seint fríggjakvøld, bara standa ímóti alskyns freistingum í høvuðsstaðnum ? At tey koma vestur aftur kl. 6 leygarmorgun við einglaveingjum ? Vænta tey at tey ungu eftir eina heila leygarnátt í høvuðsstaðnum koma vestur aftur sunnumorgun kl. 6 við skínandi gloriu ?

Heilt undarligt, at fólk kunna liva við hesum. Og hvat fáa vit onnur eldru tíðina at ganga við ? Sita í okkara fínu, heitu stovu við fjarstýringini, og sappa eftir onkrum meira spennandi at njóta í TV ? Ella njóta annað plastikkundirhald, sosum TikTok. Vit hava eisini Netflix at velja ímillum. Ella sita vit á facebook og lúra innum gardinurnar hjá øðrum ? Og har er so nógv at finna. Øll vísa vit okkum fram sum betri enn hini. Til háborðs á Hilton, við poolkantin á Tenerife við einum sjussi. Bara glittur og gleimur. So vøkur hendan nýgga verðin. Sum eitt annað túsundáraríkið. Ella sita vit bara og pimpa aftanfyri gardinurnar ? Alkaholforbrúki veksur støðugt, men ongin drekkur. Duga vit so væl at fjala okkum, at hyklaríðið røkkur heilt uppum skýggjini, næstan heilt til Himmals ? Alt ímeðan børnini válka sær í havnargøtum ?

Billustova, ungmannafelagið og kommunan.

Í ártíggjir koyrdi Billustova uppá sítt besta. Við filmi 4 kvøld um vikuna og dansi leygarkvøld. Onkuntíð fríggjakvøld eisini.

Vit stovnaðu í síni tíð Sørvágs Ungmannafelag fyri at sjálvi at kunna ávirka okkara frítíð. Fyrst royndu vit at fáa innivist í Gamla skúla, sum hevði staðið tómur í nógv ár. Men nei. Kommunan helt at Vágar Design hevði størri perspektivir enn ungdómurin. Løgið sum Sørvágs Kommuna altíð hevur sett kikarin fyri ta blinda eygað, tá tað var tann helmingurin av ungdóminum, sum ikki var ítróttur.

So fingu vit gomlu dansistovuna. Hon stóð har og bíðaði eftir at gera nyttu til eitthvørt. Men tað vardi bara ein vetur. Kommunan keypti gomlu dansistovina frá Billumonnunum. Og kommunan helt at ein kirkjugarður hevði størri perspektivir enn ungdómurin. Og so fingu teir rivið hana niður.

Har var so eitt sísta alternativ. Tað var Billustova.

Hvussu nógv orkestur hava ikki sitið heitt og gott í Billustovu og vant. Og ment seg. Og fingið loyvi at roynt seg. Har var ein innandura, turt og gott.

Vit stovnaðu SUF Disk. Eitt dansi/diskotekfelag sum ungmannafelagið stóð fyri. Í ártíggjir var Billustova karmur um so nógvar musikk- og dansiupplivingar sum kanska onki annað hús í landinum. Og ungdómurin var her. Og dansurin var her. Oftani so stúgvandi fult av fólki. Popporkestur komu til úr øllum landinum. Har vóru onkur popporkestur sum helst vildu til Sørvágs, heldur enn aðra staðni at spæla.

Rætt nokk var tað onkur maður sum dinglaði meira enn sømiligt. Og onkur sum spíði alt út aftur, tí tostin hevði verið størri enn magamálið. Og har var onkur sum fekk dilirium tremens. Tað var um at elgja alt í seg sum var fyri hond. Øl, vín, brennivín, heimabrent. Inntil tað segði ”klikk” og ein endaði í slagsmáli. Men hettar var tann avskeplaða rúsdrekkalógin. Menn bestiltu altíð 6 fløskur av brennivíni, tað var ov dýrt at bestilla minni kvantum. Og tað skuldi alt drekkast. Og helst áðrenn vikuskifti var farið. Tí tú fekst ikki frið fyri vinum og kenningum óansæð, fyrr enn hvør fløska var slokt.

Men hettar var í heimligum viðurskiftum. Um illa vildi til, so kundu foreldrini sjálvi fara oman í dansistovuna og heinta sínu ungu heim aftur til húsa. Ella tey kundu spyrja onnur ung hvat hevði fyrifarist, um okkurt barst á. Tí tað var altíð onkur sum kendi og kundi fara inn at taka ansvarð.

Men nú ? Í havnargøtum válandi ímillum rúsdrekka og narkotika.

Essið í Sørvágs Kommunu.

Jú, hettar er Sørvágs Kommuna í essinum. At darla aftaná. At ikki kenna vitjanartíman.

”Behørigt omhu” kallaði McKinney Møller tað. Tað, at verða eitt fet frammanfyri. Men her í Sørvági er tað júst øvugt. Vit eru altíð í eftirsnaring.

Um tað so er tann tunga ferðslan sum kvalir bygdina. ”Blindtarmurin” skríggjar eftir hjálp. Eitt ótal av 25 tons trailarum koyra dagliga um hettar 180 gradirs svingið. Teir skræða upp asfalt og dekk. Her sum øll skúlabørnini ganga. Smb. EU eru fleiri krabbaelvandi evnir í asfalti. Og hettar draga skúlabørnini við sær í skúla og líkaso heim til húsa. Hvørji langtíðarárin kemur hettar at geva ? Næsta stig má verða at stevna Sørvágs Kommunu inn fyri fútan, fyri misrøkt av sínum ábyrgdarøki.

Um tað er turisman sum kvalir alt kaiøki. Ferðafólk, tung ferðsla, trukkar við klor og sýru. Alt í einum roka.

Um tað eru øll tey tómu húsini, sum hava gjørt gomlu bygdina til eina spøkilsisbygd.

Um tað er Countrufestivalurin, sum heglar breiðagrasið niður. Líkasum notrurnar vóru heglaðar niður. Notrurnar sum kanska vóru tær seinastu á Føroya landi.

Alt í Sørvági endar í brannsløkking, í lappaloysnum. Og ongin stendur til svars.

Ongin ætlan fyri, ”Hvat ætla vit við hesi bygdini ?” Hvussu skal bygdin síggja út um 10 ár ? Hvørji framtíðar perspektivir hava vit fyri okkara bygd ?

Vit vita at Billustova hevur staðið uttan hita síðan kommunan keypti hana. Onkur í kommununi hevur aktivt frámelda oljuveitaranum um ikki at fylla meira olju á tangan. Onkur hevur aktivt framskundað, at dansistovan skuldi standa køld og forfella. Er tað ”go” at standa og hyggja at, meðan virðini hjá kommununi svinna vekk.

Egentliga so fekk kommunan ein bygning ókeypis. Tí bara grundøki hevur eitt virði uppá kr. 600.000,-.

Men er hettar ikki søgan sum endurtekur seg ? Fyri einum 7 árum síðan fekk kommunan eitt sólanlegg montera á barnagarðin. Fyri kr. 600.000,-. Tað koyrdi 6 mánaðar. Síðan hava hesar sekshundrað túsund staðið og forfalli. Júst sum dansistovan. Er tað tað, tey kalla ”go” niðri í kommununi ?

Men hettar eru ikki pengar úr egnum lumma. Sosum tað var hjá Billumonnunum.

Ella vit kundu hugt at kloakkini. Sum einasta bygd í landinum fekk Sørvágur eina bygdarkloakk ókeypis. Tað eru 40 ár síðan. Flogvøllurin, danski staturin, fekk kravboð um at fáa kloakkina frá flogvøllinum setta upp til altjóða standard. Og Landsverkfrøðingurin skuldi fyristanda hesum arbeiðið. Tað kostaði uml. 8 mill. Funnin fressur hjá Sørvágs Kommunu at fáa eina kloakk oman gjøgnum bygdina, og heilt út í Buðan, heilt ókeypis. Og við so nógvum koblingsmøguleikum á vegnum, so at øll bygdin kundi koblast til. Kloakkin gongur enntá beint framvið kommunuskrivstovuni. Men nú ! Eftir 40 ár renna toilettini hjá kommununi framvegis beint út í ánna. Og rotturnar hava jóladagar. Líkasum úti í Geilini, og um alla bygdina annars. Rottur ganga sum húsvandar um kvøldi, og um náttina við. Er tað hettar sum eitur ”go” har niðri á kommununi ? Pengum hava vit annars havt nokk av í Sørvági. So har er onki problem.

Er tað ikki ein lóg sum ásetur, at kloakkirnar skulu verða í ordan um alt landið ? Var tað ikki ein deadline fyri hesum, fyri fleiri árum síðan ?

Krossfest, krossfest !

Gangurin frá bygdarfólkinum fyrikemur sum eitt ekkó frá søgunnar duni. Víst stilla vit stór krøv. Og tað skal ikki koma nakað í vegin. Onki skal forða okkum í at fáa tað vit vilja. Ella at liva tað lívið vit vilja.

Nýggja vøggustovu. Nýggja ítróttarhøll. Nýggja Billustovu. Ikki hissini.

Hendan kravstóra ættin, hendan næstan ómettiliga ættin. Vit skulu helst sita og fáa tað heila uppí hendurnar. Men hvat hava vit sjálvi at vísa á ?

So eru tað tey, sum næstan hava uppgivið. Sum siga at golgin longu er reistur. Og tað bara manglar, at leggja lykkjuna um hálsin á ofrinum. Sjálvt um tað er Sørvágs Kommuna sum er bøðilin, so er tað nokk Hugin, form. í tekn. nevnd, sum skal stramma reipið eina seinastu ferð. Hugin skal bara minnast á at ofri altíð hevur rætt til eina seinastu bøn. Og ein seinasta bøn kundi passandi verið, at kommunan opnaði skjalagoymsluna. At kommunan almannakunngjørdi ta skjalið sum tilsegði hví kommunan fyri 5 árum síðan keypti Billustovu. Og hvat var intensjónin hjá Sørvágs Kommunu við at keypa dansistovuna frá Billumonnunum ?

Sørvágur 12. okt.
Rúni Nolsøe