Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kommunuvalið 10. novembur

2020-10-21 22:22

 Tá eg fyri skjótt átta árum síðani fyri fyrstu ferð stillaði upp til Tórshavnar býráð, bar eg fram, at tað var av stórum týdningi fyri Kollafjørð at hava umboð í býráðnum, tí viðkomandi veit, hvat rørir seg millum fólkið í bygdini. Eg lovaði at fara positivt til verka og arbeiða fyri teimum málum, sum eg helt vera týdningarmikil fyri at menna bygdina. Sum lovað, so gjørt.

Eg kann bara enn staðfesta eftir skjótt átta árum í býráðnum, at hetta hevur alt at siga fyri bygdina, tí er eingin rødd á rætta stað, tá pengarnir verða býttir, so er skjótt, at einki kemur út á bygdirnar í kommununi. Tí nógv er at brúka pengarnar til – eingin ivi um tað.

Í góðum samstarvi við allar býráðslimir kann eg staðfesta, at nógv av mínum hjartamálum eru komin í gjøgnum, meðan onnur mál eru í ferð við at verða gjøgnumførd. Tá eg sigi onnur mál, tá hugsi eg serliga um vetrarfriðingina í Kollafirði, bylgjubrótarin við bátahylin, so tað gerst munandi kyrrari í hylinum, tá aldan liggur út eftir fjørðinum, og so loftið í ítróttarhøllini, sum í løtuni verður innrættað til styrkirúm og felagshøli. Hetta eru alt arbeiðið, sum eru í gongd, og sum eru fíggjað. So her er als eingin vandi fyri, at tey ikki verða avgreidd innan stutta tíð.

Treyðugt so, so liggja onnur mál fyri framman, tí Rom varð ikki bygdur eftir einum degi. Á komandi býráðsfundi kemur málið um nýggjan eldradepil í Kollafirði fyri. Tá verður endaliga støða tikin til at játta 2 mill. til komandi ár at gera eina byggiskrá og projektering, umframt ein áheitan á byggi- og býarskipanarnevndina um at ávísa hóskandi grundøki at byggja á. Eitt sera spennandi projekt, sum veruliga fer at lyfta umstøðurnar hjá teimum eldru í bygdini munandi fram á leið. Meiri um tað seinni.

Eisini eru pengar avsettir í 2021 til eitt nýtt vatnreinsiverk í Kollafirði. Verandi vatnreinsiverk er frá uml ár 2000 og er niðurslitið, og tað merkja borgararnir í Kollafirði alt ov ofta, tí sera trupult er at umvæla og viðlíka verkið. Tí er avgerð nú tikin um at seta nýtt vatnreinsiverk upp í Kollafirði í komandi ári.

Nú er fyrstu húsini í fer við at koma upp í nýggju útstykkingini í Hamrabøi, og tað er gleðiligt at síggja. Vit hava seinastu tíðina sæð, hvussu stórur eftirspurningur hevur verið eftir teimum stykkjunum, sum eru latin inn aftur og eru seld í fríari sølu, og vit hava eisini ein sera stóran eftirspurning eftir húsum, sum hava staðið til sølu í Kollafirði. Hetta vísir okkum, at nógv fólk vilja búseta seg í Kollafirði. Og tað eigur kommunan sum skjótast at fara í holt við at loysa, soleiðis at enn fleiri sleppa at seta búgv í Kollafirði.

Hetta vóru bara nøkur av málunum, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt við. Nógv onnur kundi verið nevnd, men tað verður alt ov rúgvumikið at nevna øll. Tey koma í lesarabrøvum komandi dagarnar.

Í stuttum fari eg at virka fyri, at fólkið í bygdunum fáa so vítt møguligt somu kor og somu tænastur, sum fólkið í tættbýlunum í og kring høvuðsstaðin.

Hóast eg her serliga havi greitt frá nøkrum málum, ið viðvíkja Kollafirði, so fari eg sjálvandi at taka alla kommununa við í mínum arbeiði, og eg fari sjálvandi eisini at gera alt fyri at fáa loyst tey mál, ið gera Tórshavn til ein enn betri bý at búgva í –  ein høvuðsstað, sum allir føroyingar kunnu vera ernir av, og sum er góður hjá øllum at búgva í.

Hesa setuna havi eg sitið sum formaður í Teknisku nevnd og í Økisnevndini. Hetta hevur verið ein stór og gevandi avbjóðing við nógvum stórum uppávum og avgerðum. Og hesum havi eg trivist væl í.

Nógv mál eru loyst, men nógv mál eru enn eftir at loysa. Og tað taki eg sum eina positiva avbjóðing. Um eg verði valdur 10. nov., so fari eg positivt til verka. Eg ætli at røkka øllum borgarum, bæði á bygd og bý. Eg fari í komandi greinum at lýsa hesi mál nærri.

Jákup Dam, býráðslimur og valevni á lista E