
Kommunan skal skína
2020-11-05 13:52
Tórshavnar kommuna skal skína. Vit
elska øll Havnina, men tað er ikki bert Havnin sum skal skína. Tað er neyðugt
at øll kommunan skínur, og tað fari eg at arbeiða fyri. Vit mugu ikki gloyma
bygdirnar, og bert hava fokus á Havnini, hóast hon hjá øllum eigur eitt pláss í
hjartanum.
Eg ynski at arbeiða fyri at øll
Tórshavnar kommuna skal skína, og hettar krevur orku og ikki minst tín stuðul.
Tað er neyðugt við góðum
fíggjarligum handalagið komandi árini, um hettar skal lata seg gera. Tað eru
nógvar íløgur fyri framman, men vit mugu og skulu ikki gloyma at røkja alla kommununa.
Eg eri klárur at fara til
arbeiðis, og vóni at eg fái tín stuðul 10 novembur, soleiðis at eg kann verða
tín rødd í býráðnum. Eg ynski at arbeiða fyri allari kommununi, og mítt hjartamál
er greitt: EIN BETRI KOMMUNA TIL OKKUM ØLL.
So far á val, og set krossin við Dánial Hansen, valevni
fyri fólkaflokkin.
