Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kommunan skal ganga á odda við umlegging til grøna orku.

2020-11-03 09:17

Nýggir kommunalir bygningar skulu sjálvandi hava grønar orkuloysnir, umframt at verandi bygningar skulu leggja um sum skjótast.

Í næstum skal Tórshavnar kommuna taka støðu til útbyggingar á renovatiónsøkinum. Tað er eyðsæð, at vit øll skulu venja okkum við nýggjar tíðir, ið veruliga taka atlit til umhvørvið og náttúruna. Mongdin av ruski skal bæði skiljast, endurnýtast og minka.

Um fá ár, skal nýggj brennistøð byggjast og sjøtil skal tí setast á eina verkætlan, ið tryggjar at vit fram yvir minka munandi um CO2 útlátið og fáa eina burðardygga renovatión. Í Framsókn halda vit, at Tórshavnar kommuna skal hava ræðið á egnari renovatión.

X við Kristian