Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Kom út og spæl.

2020-11-08 21:13

 

Kom út og spæl .

 

 Her i Havn eru uml 35 dagstovnar og fleiri skúlar,allir dagstovnar hava spælipláss uttanfyri.

Um vit raðfesta og viðlíkahalda øll spæliplássini so eru nógv sera góð spælipláss sum kunnu brúkast hvønn dag av børnum sum eru á stovni og um kvøldið og í vikuskiftunum fyri øllum børnum i býnum.

Eg haldi at kommunan eigur at raðfesta góðsku, menning, motorik og tryggleika til øll børn. Pláss skal vera fyri øllum børnum og tí skal serligt umhugsni til tá vit byggja spælipláss. Hugsi her eisini um børn sum er kropsliga avbjóða.

Ymsastaðni i kommununi eru eisini smærri spælipláss sum grannar og eigarafeløg hava gjørt og tað er fantastiskt tí tað er sera gott fyri grannalagið og felagsskapin, sum børn hava gott av at vera partur av.

Ofta verður sagt at vanligi felagsskapurin millum fólk er hóttur. Eitt spælipláss sum til dømis eisini hevur borð til foreldur og vinir at sita og hugsa sær við, eggjar til felagslív og heldur liv í relatiónum – sum eisini eggjar til eitt sunt og gott barnalív.

Eg skilji væl ynski um eitt innandura spælistað til børn og til vit gera tað, er hetta mitt besta boð.

Eg vil raðfesta hetta um eg fái møguleikan.

Turið Horn

Tjóðveldið.