Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

KOKS og Heðin ikki í ordan

2022-01-01 15:42

Fossdalsgógv er ein náttúruperla burturav, og er í óspiltum umhvørvið. Tað er slíkt stað ferðandi vitja og vilja skoða....sum órørda náttúru, ið er aðalsetningurin fyri ferðavinnuna. At Koks ikki dugir ella rættari vil skilja, at matstovur hoyra býarumhvørvinum til, er heldur undrunarsamt. Hví er mon eingin gourmet-resturatión bygd út yvir Gullfoss, ella einhvønn annan stórbarnan foss ella gil í Íslandi, ella Grønlandi, ella Noreg ella øðrum av okkara grannalondum? Mon ikki tað er tí hesi lond hava eina skilagóða lendisplanlegging har greitt er staðfest hvørji øki eru náttúruøkið burturav og har eingin bygging má fremjast?

Stóri trupulleikin er einamest at síggja har borgarstjórin í Tórshavn skal trumfa og trumla alt og øll niður, um hann ikki fær sín vilja. Dømini eru óteljandi...m.a. Skansin, ið skuldi innibyrgjast við nýggjum havnarlag, bátaplássum, matstovum og øðrum í eina av tveimum heimssøguligu plássum vit hava í landinum. Býarskipan er sum harra Gud veit blivin ein ovurstór fløkja við kanksa 100 serstøkum byggisamtyktum, ið alt er av somu orsøk og vegna ein diktatoriskan borgarstóra, ið ikki hevur minsta skil fyri lendis- ella býarplanlegging.

Álvarsamur tørvur er á lendislóggávu og har nýggj býarskipanarlóggáva má gerast. Hopisleyst verður at snikka gomlu býarsipanarlógina frá 1954 til eina nútíðar lands-región- og kommunuplanlegging. So leingi løgtingsfólk skulu reka landspolitikk við stórstu atlitum til hvar hesi eru vald ella koma frá, verður landið ein fløkjustampur har lands- og økisfunktiónir sum t.d. størri meginskúlar, landsstovnar o.a. verða at finna í haganum millum seyð og fugl. Besta dømi á just manglandi landsplanlegging, og politiskan rossahandil, er uttan iva meginskúlin í Porkerishaga. Ein ovurstór skandala sum Javnaðarflokkurin var upphav til. Javnbóðis skandalur í høvuðsstaðnum stendur Heðin Mortensen fyri, sami flokkur umaftur, ið so at siga einans rekur kommunuøkis- og egnan politik frá Løgtinginum.

Koks, borgarstjórin Heðin Mortensen, og enntá eisini Visit Faroe Islands, hava øll misskilt hvat burðardygg ferðavinna stendur fyri, og hvør vøran er, sum seljast kann á skynsaman hátt. At Tórshavnar Kommuna og tess innanhýusis ráðgevar, býararkitektur íroknað, ikki hava minsta ánilsi og skil fyri lendisplanlegging, økis- kommunu- og býarplanlegging og tess infrakervið, lokalplanlegging og skipan av megin funktiónum á skilabesta hátt, er tað vit hava sæð farnu 20 - 30 árini, og sum nú gevur ovurstórar trupulleikar. Trivnaðurin í bústaðarøkum er vánaligur... Karlamagnusarbreyt sum besta dømi á kleyvarskap, ferðsluruðulleiki so at siga allar staðir, ein hálvt steindeyðan miðbýð, eingi parkeringspláss og nýtt havnarlag har tjóðpallur skal kroystast niður á ein pir við atkomuna til býin. ”Vit eru í kapping við Rotterdam, Oslo og Keypmannahavn og mugu raðfesta maritimu tænasturnar”, tók Heðin Mortensen til fyri tíð síðan,.....í tí sum í vídd er sum lítil krókur í parti av Sydhavnen í Keypmannahavn, og har hoyrir náturligt ein tjóðpallur til. Segði nakar galskapur ella øðrvitisknokkur?

Skal nakað skil koma aftur í høvuðsstaðin, er fyrsta treyt at Heðin Mortensen verður sendur til hús, og at ung, skilagóð og visioner fólk koma ístaðin og afturat sær hava fakliga kompetanta ráðgeving. Næst at Løgtingsins lokalu nátthúgvur úr Suðri, Vágum, Norðoyggum v.m. fáa álagt eina lands-økis- og kommunulóggávu til fyriskipan av okkara fysisku karmum og tryggjan av náttúruvirðum á besta og mest skynsama hátt. Við tí kann landspolitikkur til fyriskipan av lendisnýtslu og við tryggjan av náttúruvirðum setast í fremstu røð og ikki lokalpolitisk, og vina- og kenninga áhugamál...sum Koks við ætlanini í Fossdalsgjógv er gott dømi um.

Kári Thomsen