Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

KOKS effektin og so Býráðsvalið

2020-11-02 09:02

Heimskenda NOMA matstovan slóðaði fyri nýggjum tíðum í donsku matstovuvinnuni. Í Danmark fekk tú, nøkur ár eftir at NOMA kom uppá tindarnar, eina sonevnda “Noma effekt” tvs., at tú fekk ein hóp av matstovum í Danmark við nógv hægri støði og ambitiónum enn áður. Keypmannahavn hevur ídag uttan iva hægsta tal av metgóðum matstøðum í Norðanlondum.

Vit hava okkara egnu heimskendu matstovu, nevniliga KOKS, eitt av okkara Tjóðarikonum! Eg haldi at vit nú byrja at síggja eina “KOKS effekt” í Tórshavn við matstovum á hægri støði. Í farnu viku lótu matstovurnar á BRANDAN og HILTON upp. Báðar á høgum støði og stórum ambitiónum, og sum fara at verða sera nógv vitjaðar, báðar ein fongur fyri Tórshavn og okkara ferðamannavinnu.

Tá Eysturoyartunnillin letur upp í næstum og tá ferðamannavinnan tekur seg upp aftur, verður sera nógv at gera hjá allari matstovuvinnuni í Tórshavn og tað verður mangul uppá kokkar og tænarar.

Tað eru umleið 800 arbeiðspláss í matstovuvinnuni í Havn. Tað undrar meg onki valevni til Býráðsvalið hevur enn nevnt hesa vinnu. Tað átti at verði upplagt at td., GLASIR hevði eina gastronomiska linju og við einum tænaraskúla. Eisini hevur vinnan nógvar trupulleikar at dragast við, slíkir sum eitt nytt progressivt Býráð kann bøta um er viljin til tess.

Matstovuvinnan verður ein av høvuðs vinnunum í Tórshavn komandi árini og eigur hon at fáa alla hjálp og sømdir frá nýggja Býráði okkara!

Johan Mortensen