
Kjarnu uppgávur fyrst og fremst .
2020-11-06 12:58
Kjarnuuppgávur
í Kommununi.
Alt gott um
spæliland, matskipan og nógv av tí góða, sum nú verður boði fram fyri okkum .
Fyri meg
hevur tað alstóran týdning at kommunan fyrst og fremst tekur sær av
kjarnuuppgávunum, t v s bústaðarneyðini beint nú , dagstovnaøkinum, eldraøkinum
og alt sum hevur við kloakk, reint vatn
og burturkast at gera .
-
Nice to have .
-
Need to have.
Tað er munur
á hvat ein kommuna skal og hvat ein kommuna kann, og vit eiga at raðfesta eftir
tí.
Bústaðir.
Hvat nyttar alt tá tú einki stað
hevur at búgva .?
Óvirðiligt at tosa um spæliland,
matskipan og parkering tá stórsti trupulleikin i býnum er at fólk mangla
bústað.
Kommunan
hevur heimild at byggja íbúðir til lesandi og til eldri og hetta eiga vit at
fara í holt við nú .
Somuleiðis
eigur kommunan at fáa í lag heimild at byggja lutaíbúðir .
At hava eitt
gott stað at búgv er ein grundleggjandi tørvur hjá okkum menniskjum, og eg
haldi vit skulu gera alt vit eru ment at loysa avbjóðingina hjá borgarum i
Havn, og tað skal kunna bera til hjá barnafamiljum at búgva í Havn. Sum nú er,
er tað so dýrt at fleiri leita sær á bygd ella flyta uttanhanda.
Hetta er
heilt skeiv gongd.
Um Kommunan
byggir til lesandi og ikki minst til eldri so fer hetta vónandi at gera at
fleiri velja at selja síni hús, og harvið hava familjur møguleika at ogna sær
hús og heim .
Um eldraøki.
Á fundi um
eldraøki kom so týðuliga fram at her er nokk at arbeiða við.
Bæði tá tað
snýr seg um fólk og hús. !
Av einum
stovni, í kommununi, kom spurningur um vit vilja lova teimum at gera túni,
klippa hekk og gera ein gøtu trygga, somuleiðis var eitt ynski um nýggja
sengur.
Hetta eru
nakað sum eg hugsi eigur at vera raðfest í gerandisdegnum og kemur undir
viðlíkahald.
Tað er ikki
í lagi at hetta ikki er raðfest, og tað kann bara blíva betur, ein stór
avbjóðing er viðlíkahald av verandi bygningum, hetta er ikki raðfest gott nokk
hjá okkum .
Kloakk - saman við reinum vatni er eitt grundleggjandi øki sum bara má og skal virka.
Kloakkir í
Havn hava stóran tørv á umvælingum og nýgerð. Tað lukta og vita vit .!!
Og hóast vit
hava brúkt fleiri milliónir uppá hetta so er tað langt frá nokk raðfest.
Dagstovnaøki .
Dagstovnar í Havn mangla nógvar námsfrøðingar OG nógv
fleiri pengar til eina passandi og góða normering –millum 30 og 40 milliónir
skulu til fyri at alt øki skal virka væl og eftir dagstovnalógini .
Hetta vit
vit eisini og nú má tíðin vera komin til at vit veruliga vilja raðfesta hetta
øki.
Kanningar
vísa at okkara børn eru nógvar tímar á stovn hvønn dag, sum er hava vit ikki
starvsfólk á økinum at geva børnunum tað besta í beini, - tað er ikki rímulig fyri nakran hvørki børn
ella vaksin.
Eisini her hevur samgongan raðfest - men alt ov lítið og langt er á mál, sum eg
síggi tað .
Børn mennast
best í vinarligum og tryggum umhvørvi, har starvsfólk eisini trívast.
Eg eri politikari
sum vil arbeiða við kjarnauppgávum, fyrst og fremst.
Turið Horn
Tjóðveldið.