Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Karlamagnusarbreyt skal ikki endurtakast á Argjum

2020-10-20 11:50

Í gjárkvøldi var stórur borgarafundur um støðuna á Karlamagnusarbreyt, har kommunan er komin sær í óføri orsakað av væntandi heildarplanlegging tey seinastu 10 árini. Tað merktiskt greitt á fundinum, at ónøgdin millum borgararnar er stór, og at fólk ikki vóru nøgd við tær loysnir, sum lagdar blivu fram. Minni kent er, at partar av søguni um Karlamagnusarbreyt kunnu endurtaka seg á Argjum, um illa veit við.

Rættstundis umhugsni, ella ikki

Í nýggju útstykkingini við Klingurstjørn eru vegirnir nevniliga undirdimensioneraðir soleiðis, at stendur ein bilur parkeraður úti á vegnum er trupult hjá øðrum bilum at koma framvið, uttan at noyðast upp á gongubreytina. Og er talan um ein stóran bil er vandi fyri, at proppur verður í. Útstykkingin liggur í 130 metra hædd, og tí er ikki ringt at hugsa sær tað møguliga kaos, ið kann standast av, at kavaruddingarmaskinan ikki sleppur framat. Ringast er tó, at kommunan av einhvørjari óskiljandi orsøk eisini hevur undirdimensionera brekkuna niðan til útstykkingina, sum er brøtt, smøl og hevur fleiri sving. Afturfyri eru tvær yvirdimisioneraðar súklubreytir hvørju megin við vegin, men soleiðis ber sjálvandi eisini til at planleggja.

Tað ber til at bjarga støðuni við Klingurstjørn, men hetta skal gerast skjótt. Útstykkingarvegirnir mugu breiðkast, so hesir verða dimensioneraðir á vanligan hátt. Og brekkan niðan til útstykkingina má eisini breiðkast á sama hátt.

Ovasti partur av Reynsgøtu hevur somuleiðis verið undirdimensineraður síðan útstykkingin varð gjørd fyri uml 30 árum síðani. Tí átti tíðin nú at verið komin til, at vegurin bleiv breiðkaður, so íbúgvarnar í gøtuni fingu liviligari ferðslu umstøður.

Óheppin staðseting

Argir hava verið merktar av fleiri óhepnum staðsetingum av størri bygningum hesi seinastu árini. Ringasta dømið er uttan iva tann stóri íbúðarblokkurin, sum bleiv kroystur niður við síðuna av íbúðarblokkunum undir Kongavarða. Her er tíverri ov seint at gera nakað, men kommunan skyldar um ikki annað grannunum, at gera nóg mikið av parkeringsplássum við síðuna av bygninginum.

Hinvegin ber enn til at bjarga støðuna í Reynstúni, har ætlanin er at kroysta ein bústovn uppí endan á eini útstykking, har vegurin er smalur og longu frammanundan er merktur av nógvari ferðslu og parkeraðum bilum. Eigarafelagið hevur skotið upp fyri kommununi, at stovnurin kann flytast niðan til rundkoyringina á Argjahamri, har kommunan frammanundan eigur eitt stórt øki, sum er munandi betri egnað til slíka bygging. Hetta eigur sjálvandi at verða gjørt, og økið við endan av Reynstúnið kundi so verið lagt út sum frílendi, við gøtum, uppihaldsplássi og eini hóskandi planting av trøðum og runnum. Hetta hevði bæði verið til frama fyri íbúgvunum í Reynstúni, Reynsgøtu og undir Kongavarða, eins og fyri báðum dagstovnunum í økinum.

Ábøtur við fótbóltsvøllin

Syndirnar úr fortíðini síggjast eisini við fótbóltsvøllin, har verkætlanin ongantíð er vorðin liðug, so lívd fekst móti vesturættini. Her eigur kommunan at fara í samráðingar við AB, so ein hóskandi loysn kann finnast. Vøllurin skal skiftast í næstum, og tá má kommunan fyri alt í verðini ikki endurtaka feilirnar av Ovara Vølli og úr Hoyvík, men velja ein graslíkisvøll av nóg góðari góðsku. Sama er galdandi, tá nýtt ljós skal setast upp við vøllin. Har má góðskan verða eins góð, sum t.d. ljósini við Djúpumýru í Klaksvík.

Parkeringsviðurskiftini við vøllin eru ikki nøktandi í løtini. Parkeringspláss er niðanfyri vøllin, men hetta verður brúkt sum goymsla til skerv og annað tilfar. Tað burdi verið til at flutt, eins og tað burdi verið gjørligt at sett nakrar ruskspannir upp við vøllin.

Elsti parturin av Argjum

 Argir er upprunaliga eitt bygdasamfelag, sum er vaksið saman við Havnini. Men virðingin fyri elsta partinum av Argjum hevur ikki verið nær í námind so stórur, sum fyri elsta partinunm av Havnini. Aktuella tosið um at gera ein breiðan veg gjøgnum elsta partin av Argjum, kann tí samanberast við onkra eldri ætlan um at gera ein breiðan veg kring Tinganes ella um Reynið. Somikið av virðing eigur at verða fyri søguni á Argjum, at ein varðveitingarætlan verður gjørd fyri elsta partin áðrenn farið verður í holt við nakra vegagerð

 Við einum sindri av skynsemi kann komast langt – eisini tá eitt komandi býráð skal taka avgerðir um framtíðar menningina av Argjum.