
Karlamagnusarbreyt – støðan í dag
2020-10-13 09:43
Síggi at fleiri nú eru byrjaði at taka Karlamagnusarbreyt upp í lesarabrøvum
osv, og nú er næstan lagt upp til at Karlamagnusarbreyt verður ein kastibløka
ímillum sitandi býráð og undanfarna býráð. Tað sum er fari er fari, og tí ynski
eg ikki undanførslur osv. Tað er nú at okkurt skal henda!
Eg havi fyrr víst á at okkurt skal gerðast, og tað fari eg framhaldandi at
arbeiða fyri. Eg leggi onki í tað sum er fari, tí tað broytir ikki uppá støðuna.
Tað er alneyðugt at ein hond verður tikin um trupulleikan, og tað eri eg klárur
at gera! Tað skal gerðast parkeringspláss, tað skal gerðast trygt at ganga har,
tað skal gerðast trygt at koyra har, og tað SKAL verða trygt og gott at búgva
har. Tí er neyðugt at velja ein persón sum meinar nakað við tað, eg eri púra
klárur at gera mína ávirkan, soleiðis at Karlamagnusarbreyt kann verða ein
góður bústaður fyri øll.
Pengar eru settir av til at gera okkurt ítøkiligt fyri økið, og tað skal
setast meira peningur av, soleiðis at fólk sum búgva í økinum verða hoyrd, og
at okkurt ítøkiligt hendir. Tað er alneyðugt at trupulleikin verður loystur
beinavegin, so at tað er trygt og gott at búgva á Karlamagnusarbreyt og í
økinum kring Hoyvískshædd.
Tað nyttar ikki at brúka Karlamagnusarbreyt til kastibløku, tí tað tænir
als ikki teimum sum dagliga hava sína gongd har. So um tú ynskir broytingar, og
at okkurt ítøkiligt skal henda, so vel meg.
Set X við
Dánial Hansen, valevni fyri fólkaflokkin.