Les meir á BjørgDam.fo
Finn meg eisini á instagram & Facebook!

Karius- og Baktusland!

2020-11-05 00:05

Eg elski miðbýin, hann er fjálgur, veðurgóður og eg kenni meg aftur har!
Eg haldi, vit eiga at gera alt fyri, at gera tað lokkandi og spennandi hjá barnafamiljum at koma í býin.
Vit skula dagføra miðbýin, men varðveita har tað er gjørligt og byggja á tað, sum vit longu hava.

Tí skal nýggja innandura spæliplássið sjálvandi liggja í hjartanum í kommununi.

Í sjálvum Grasagarði liggja eini stuttlig fitt stór gomul hús, har tveir kendir jassar og barnatannlæknar hava búð í fleiri barnaættarlið!
Tá vit hava bygt barnatannlæknunum nýggj hóskandi høli, sum teir hava eftirspurt í nógv ár, hugsi eg, at húsini, sum vit havnafólk eru so góð við, enn skula koma børninum og tonnunum til góðar.

Tí tá skula børnini flyta inn í eitt nýtt spennandi spælihús hjá jassunum báðum.

Eg eri vís í, at kreativir blýantar høvdu kunna teknað eitt fantastiskt spælihús, við øllum tí sum spælisjúka barnið tráar eftir. Um ein vitjan í spælihúsinum eisini eggjar og lærir barnið um góða tannrøkt, matvanar og heilsu, so er nógv vunnið.

Stórt glaspartí út til garðin við hurðum í neðra, vildi bundið hugnaliga garðin og húsið enn meir saman. Stóri rusjubanin, ið snarar rundanum húsið vildi drigið børn og vaksin inn.

Eftir túrin í Karius og Baktushúsinum, er upplagt at fara ein túr í Barnabókasavnið.

Tí børnini eru framtíðin.

Les meir á bjørgdam.fo

Bjørg Dam

Valevnið Javnaðarfloksin til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu