Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Játtanin til trivnaðartænastur er hækkað

2022-04-11 11:05

Nógvar søgur verða sagdar í fjølmiðlunum í hesum døgum um sparingar á almannaøkinum, og hvørjar vanlukkuligar avleiðingar hesar hava við sær. Sagt verður, at 5,2 mió. krónur skulu sparast.

Tá vit hoyra slík tíðindi, so gevur tað eina mynd av, at játtanin hevur ligið á eini ávísari upphædd, men at nú minkar hon.

Men bara fyri rættleikan skyld skal upplýsast, at játtanin til almannamál er hækkað í hesum valskeiðinum við ikki minni enn 377 mió. krónum. Av hesum er játtanin til trivnaðartænastur hækkað við 36 mió. krónum.

Tær 5,2 mió. krónurnar sum tosað verður um, eru pengar sum í fíggjarnevndini blivu skavaðir av upprunauppskotinum til fíggjarlóg. Fíggjarnevndin fekk at vita, at har lá ein “buffari”, sum skuldi vera til at taka, um óvæntaðar útreiðslur komu afturat. Endamálið var, at landsstýriskvinna skuldi sleppa frá at koma í løgtingið eftir pengum, hvørja ferð onkur persónur kom afturat, ið hevði brúk fyri nógvari hjálp. Talan var sostatt ikki um pengar, ið skuldu vera partur av vanliga rakstrinum.

Meirilutin í fíggjarnevndini vildi hava buffaran burtur og skeyt tí upp at lækka játtanina við 5,25 mió. krónum, meðan minnilutin skeyt upp at lækka játtanina við 3 mió. krónum. Men hóast hetta, so er samlaða játtanin (aftaná at buffarin er tikin burtur) hækkað við 36 mió. krónum í hesum valskeiðinum.

Tað er eingin ivi um, at tað eru nógvar familjur sum hava harðliga brúk fyri hjálp, og tí skilji eg væl, at hesi fólkini gera vart við seg, tá slík tíðindi eru at hoyra. Spurningurin er bara, hvussu tað ber til, at ein øking í játtanini verður umrødd sum ein sparing, og hví verður víst til hasar 5,2 milliónirnar, sum í roynd og veru vóru ein buffari?

Eg havi eisini hug at minna á, nú andstøðupolitikarar finnast at “sparingini hjá samgonguni”, at tey atkvøddu øll (uttan Kristin Michelsen) fyri uppskotinum hjá minnilutanum í fíggjarnevndini um at skava 3 mió. krónur av játtanini til trivnaðartænastur.

Eftir stendur, at hetta er ikki ein sparing.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin