Vit mugu fara aftur til røturnar, men við nýhugsan!

Í gomlum døgum høvdu vit ommur og abbar tætt at familjuni.

Nútímans samfelag sær heilt øðrvísi út.


Tætta sambandið millum okkara børn og tey eldru hvørvur meira og meira, og tað er spell.


Tey eldru hava eitt hav av lívsroyndum og søgum at geva okkara børnum. Og tey elska at vera um tey og børn tað sama.

Eldri fólk hava eina arða nærveru og skapa tryggleika hjá børnum.

Vit eiga at endurskapa sambandið millum børn og tey eldru, við at byggja ellisheim og ansingarstovnar saman, so báðir samfelagsbólkar aftur kunna fáa gleði og mennast av hvørjum øðrum.


Ein slíkur felagsskapur skal hava námsfrøðilig og heilsufaklig starvsfólk, har tey eru felags um tiltøk so sum matarløtur, sangi, dansi og ítriv annars.


Tað er fyri meg eitt meiningsfult hjartamál.


Kanst tú hjálpa mær á mál við at seta x við Michel Nielsen á Lista A?


Í Danmark hevur man gjørt royndir við hesum, ið hava givið sera góð úrslit. Vejle Kommune hevur sett 237 mió kr at byggja ellisheim og ansingar stovn saman. Hví gera vit ikki tað sama?