Vel rætt, vel eina eldsál

 

Nú valstríðið er um at enda, so
vil eg fegin takka fyri eitt gott og siðiligt valstríð.



Hóast fólk hevur funnist at mær
at stilla upp í Tórshavnar kommunu, so havi eg gjørt tað við góðum vilja, og við lív
og sál við endamálinum um at skapa eina betri og rúmligari kommunu. Eg havi valt at tóna
reint flagg um hvør eg eri, og hvat eg ætli mær.



Tað sum hevur mest at siga fyri
veljaran, er nemmiliga at vita hvat ein ynskir at gera, og ikki hvat onnur
halda ein ikki skal gera.



 



Tað sum hevur týdning í øllum,
tað er at velja eldsálir inn í Tórshavnar kommunu, so mín áheitan til allar veljarar
er: VEL EIN SUM MEINAR TAÐ. Eg eru púra klárur, og ynski at gera mítt til at
vit øll fáa eina betri kommunu, sum verður rikin fíggjarliga forsvarligt. Vit
skulu øll føla okkum hoyrd, og vit skulu øll liva væl í allari Tórshavnar
kommunu.



 



So vel ein skilamann, sum ynskir
at stríðast fyri Tórshavnar kommunu, eg eri klárur. Avgerðin er tín, og vónin
er mín.



 



Gott val øll somul.



 



So far á val, og set krossin við Dánial Hansen, valevni
fyri fólkaflokkin í Tórshavnar býráð