Neyðugt er at seta pening av til trygd og trivnað á arbeiðsmarknaðinum. Tíverri henda framvegis ov nógv arbeiðsóhapp, og enntá deyðsføll. Hetta kemst m.a av vantandi kunning, upplýsing og útbúgving. Vit hava øll rætt til eitt trygt og mennandi arbeiðsumhvørvi. Tí er avgerandi, at starvsfólk á gólvinum verða tikin uppá ráð, tá tað t.d snýr seg um innrættan av arbeiðsstaðnum, og tá avgjørt verður, hvørji amboð og tól skulu takast í brúk fyri at fyribyrgja niðurslíting, og nútímansgera arbeiðsgongdir og háttaløg.