Tá risin svevur á pengunum!

Hetta er fjórða
greinin av seks pørtum. Fari við hesum at viðgera evnið fráflyting, sum hevur
fylt eina rúgvu í miðlunum



Greinarøðin
tekur ikki bara støði í politiska gerandisdegnum, men verður harumframt grundað
á gerandisdagin, sum undirritaði hevur á Setrinum. Samantvinningin av
praktiskum og politiskum áhugamálum er ikki so einføld, men skal undirritaði
eftir besta førimuni halda tingini atskild.



Fjórða greinin
snýr seg um lestrarumhvørvið.



Íløgur í
lestrarumhvørvinum



Tað
hevur fyrr verið víst á, at lestrarumstøðurnar í Føroyum ikki eru so góðar. Vit
hava ongar luta- ella lestraríbúðir, sum lesandi kunnu leiga fyri sømiligar
pengar. Tað tykist tíverri, sum útboðið í Føroyum er darvað av soppum og
vánaligum viðurskiftum, so lesandi hava ikki stóra úrvalið, tá leitað verður eftir
íbúðum. Sostatt tykist loysnin ofta, at lesandi leiga frá ommum og abbum, frá nærmastu
familju, ella halda fram við at búgva hjá foreldrunum. Tað er ikki beinleiðis eggjandi,
tá ið vinfólkini og javnaldrarnir, ið lesa uttanlands, búgva í íbúðum og
kollegium, men hetta er avbjóðingin hjá Føroyum og Fróðskaparsetrinum. Vit
kappast á jøvnum føti móti lestrarumhvørvunum uttanlands, og tað er ein
avbjóðing, ið skal takast í fullum álvara.



Løgtingið
hevur tó ikki játtað pengar til lestraríbúðir.
 



Á ein
hátt er tað átaluvert, men av tí at meginparturin av íløgunum verða nýttar uppá
Marknagilsdepilin, hevur samgongan raðfest skúlan fram um lestraríbúðir.
 



Alment



Tá tað
kemur til lestraríbúðir, er tað ikki altíð neyðugt, at pengar verða settir av á
fíggjarlógini, tí aðrastaðni eru tað grunnar, bankar, pensjóns- og fakfeløg, ið
gera stórar íløgur í íbúðarmarknaðinum.



Um vit
taka politisku handfaringina fyrst, hevur Húsalánsgrunnurin fingið víðkaðar
heimildir, so at hann:



sjálvur ella saman við øðrum byggja, eiga og reka leiguíbúðir. Í
hesum førum setir Húsalánsgrunnurin sjálvur pengar í verkætlanina. Við tí
seinnu kunngerðini kann Húsalánsgrunnurin veita lán til íbúðarstovnar og
íbúðarfeløg, sum byggja ella á annan hátt útvega íbúðarhús.”



Húsalánsgrunnurin
kann sostatt byggja lestraríbúðir, um hann lýkur omanfyri nevndu treytir. Við
einari eginogn uppá 603 milliónir krónur (ársroknskapur fyri 2010), hava teir
eisini neyðuga kapitalin til at gera íløgur í lestraríbúðum.



Privat



Í
privatu vinnuni finnast tað somuleiðis fíggjarliga sterk feløg, ið kunnu gera
íløgur í lestraríbúðum. Føroysku fak- og pensjónsfeløgini kunnu gera íløgur í
lestraríbúðum, um tey halda, at tað er neyðugt. Tað er púra vanligt aðrastaðni,
men tað tykist, sum tað ikki letur seg gera í Føroyum. Tey skulu sjálvandi gera
skilagóðar íløgur, sum tey síðani skulu standa til svars fyri, men tey hava
eisini fíggjarligu styrkina til at gera stórar íløgur. Tað prógvaðu fakfeløgini
millum annað í summar, tá tey bjóðaðu 35 mió. kr. uppá Tryggingarfelagið Lív.
 



Um
síðani verður hugt eftir ársfrágreiðingini hjá Lív fyri 2010, stendur svart
uppá hvítt, at Lív stovnaði partafelagið
Lutaíbúðarvirkið:



“til endamáls at gera
íløgur í lutaíbúðir og aðrar íbúðir.”



Tíggju milliónir krónur vóru settar av til partafelagið, “men enn er felagið ikki byrjað sítt
virksemi.”



Hvørjar
orsøkirnar eru, skal undirritaði ikki gera seg klókan uppá, men tað er ikki
óhugsandi, at altjóða fíggjarkreppan hevur ein leiklut. Um so er, setur tað kjakið
um lestraríbúðir í perspektiv, tí fíggjarliga sterku grunnarnir, stóru fak- og
pensjónsfeløgini eru ávirkaði av fíggjarkreppuni. Tey aftra seg við at gera
íløgur.



Onkur
vil sostatt vera við, at tað er orsøkin til, at lestraríbúðir skulu á
fíggjarlógina, men tað letur seg ikki gera, tí samgongan raðfestir skúlan við
Marknagili framum.



Ungdómurin



Lestraríbúðir
skapa ikki av sær sjálvum eitt sprellandi lestrarumhvørvi. Tað mugu tey ungu
sjálvi gera. Gamaní, nógvur dentur verður lagdur á, at meginparturin av
ungdóminum fer uttanlands at lesa, men tað finnast hóast alt ung, ið lesa á
Setrinum. Tey hava ikki bestu útlitini, tí Fróðskaparsetrið er spjatt í millum fleiri
bygningar, tað er torført at finna bíligar íbúðir, men tey fáa heldur ikki
beinleiðis ágóðan av pengunum, sum verða játtaðar til MFS á hvørjum ári. Endamálið
við felagsskapinum er at røkja áhugamálini hjá teimum lesandi.



MFS



Meginfelag
Føroyskra Studenta fær 181.000 kr. um árið frá landinum. Pengarnir skulu síðani
býtast millum lestrarumhvørvini í Danmark og í Føroyum, og tað er ikki heilt
lítið, sum tey fáa fyri pengarnar.
Tey skipa fyri fyrilestrum, ráðstevnum, kjakkvøldum, eins og tey geva
viðkomandi lestrarbløð út. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men hvat verða
pengarnir nýttir til?



Sambært
roknskapinum fyri 2011 verða umleið 130.000 krónur nýttar uppá lønir, húsaleigu
og skrivustovuhald í Keypmannhavn, meðan lestrarbløðini kosta 30.000 kr. Í
prosentum fara 72% av játtanini til umsiting.



Sostatt
er tað avmarkað, hvussu nógvir pengar fara til tiltøk!



Hevði
tað ikki verið skilabetri, um pengarnir vóru markaðir til lestrarumhvørvið í
Føroyum? Her verður ikki tosað um, at MFS skal skipa fyri fleiri ráðstevnum
ella kjakkvøldum, sum sjálvandi eru viðkomandi, alt til sína tíð, men pengarnir
verða nýttir til at birta undir lestrarumhvørvið í Føroyum. Alt frá veitslum
til ferðir uttanlands. Tiltøkini noyðast ikki at vera ókeypis, tí so nógvar
pengar hava tey heldur ikki, men MFS hevur fíggjarligu orkuna til at samansjóða
ymisku deildirnar við gleði og gleimi.



Gongur rætta vegin

Havi í undanfarnu greinunum víst á, at ongantíð áður hava so
nógvir næmingar verið á Setrinum. Ítøkiliga fóru 605 næmingar undir hægri
lestur í 07/08, meðan 876 næmingar byrjaðu við skúlabyrjan í 10/11. Í prosentum
er hetta ein øking uppá 46%.



Hetta
er ein støðug framgongd, men um vit veruliga skulu steðga fráflytingini, er tað
neyðugt, at lestrarumhvørvið mennist. Hetta er ikki bara uppgávan hjá almenna
Føroyum, tí løgtingið skal taka sær av yvirskipaðu kørmunum, sum t.d. játtanir
til almenna- og heilsumál, mentan og útbúgving v.m.



Tískil
er tað neyðugt fyri víðari menningina av lestrarumstøðunum í Føroyum, at fíggjarligu
risarnir ikki bara sova á pengunum, men seta pengarnar í umferð!



Hanus Samró



Lesandi og løgtingslimur fyri
fólkaflokkin