Spurningar til Føroya Handverksmeistarafelag


Eg havi í dag sent viðhefta skriv til Føroya Handverksmeistarafelag viðv. almennu umrøðuni av verkætlanini at byggja svimjihøll í Runavík:



Viðv. viðmerkingum hjá Føroya Handverksmeistarafelag um verkætlanina at byggja svimjihøll í Runavíkar kommunu



Eftir nýggjár hevur Føroya Handverksmeistarafelag í tveimum umførum verið í miðlunum og funnist at, at tilfarið í verkætlanini at byggja svimjihøll ikki er á tí støði, ið skal til, fyri at bjóðast kann uppá arbeiðið.



Tann 4. januar var Marius Thomassen, ráðgevi felagsins, í útvarpinum hjá KVF og greiddi frá, at tilfarið var ikki nøktandi, og tí hevði man heitt á limir felagsins um ikki at bjóða. Hinvegin, so var eisini víst á, at tilfarið upprunaliga var nógv verri, og at kommunan eftir áheitan frá felagnum hevði bøtt munandi um tilfarið. Niðurstøðan í tí samrøðuni var, at tilfarið var næstan klárt, og bert smávegis ábøtur skuldu gerast.



Eftir at Dagur og Vika mánadagin tann 17. januar bóru tíðindini um, at borgarstjórin í Runavík nú hevði skrivað undir partalagsavtalu við Kanjón,var Handverksmeistarafelagið í gjárskvøldið aftur í tíðindunum. Hesuferð var formaðurin sjálvur í Degi og Viku.



Í tíðindasendingini fanst formaðurin at handfaringini hjá kommununi. Magnus Magnussen sigur m.a. at




“Tað var so ógreitt, at teir vistu simpultenn ikki, hvat teir bjóðaðu uppá. Eg vil siga, at tað var so lítið skil á útbjóðingartilfarinum, at tað var næstan óbrúkiligt. Vit hava eina avtalu við byggiharrasamtakið – tað er ABF 06 – og tað livdi slett ikki upp til tað”




Seinni í samrøðuni vísur formaðurin á, at limir felagsins kunnu koma heilt út í óføri av verkætlanini, og nevnir í tí sambandið at “Glasir er ikki gloymt enn



Í mínum hugaheimi er talan um rættuliga ógvusligar útsagnir, og um útsagnirnar hjá formanninum eru rættar, so er støðan ógvuliga álvarslig. Eg fari tí, sum býráðslimur og formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at seta Føroya Handverksmeistarafelagið hesar spurningar:



1. Í samrøðuni við Marius Thomassen tann 4. januar fær lurtarin ta fatan, at bert smávegis manglar eru við verkætlanini. Hon er góð, og tørvur er bert á smávegis ábótum, áðrenn tilfarið er nøktandi. Hinvegin, so sigur formaðurin í samrøðu við Dag og Viku tann 18. januar, at lítið og onki skil er á tilfarinum.
Spurt verður, hvør støðan hjá felagnum veruliga er. Er tilfarið gott við fáum manglum, ella er tilfarið nærum óbrúkiligt?

2. Hvørjar ítøkiligar manglar veit formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag um, ið gera at tilfarið – eftir hansara tykki – er nærum óbrúkiligt og kann leiða møguligar arbeiðstakarar út í óføri?

3. Hvørjar ítøkiligar ásetingar í ABF 06 lýkur tilfarið ikki?

4.Við støði ísvarunum til omanfyristandandi spurningar, verður spurt um, í hvønn mun kann verkætlanin at byggja svimjihøll í Runavík samanlíknast við verkætlanina at byggja miðnámsskúla í Marknagili?

5. Hví bíðaði Føroya Handverksmeistarafelag til hálvan fjórða tíma áðrenn freistina við at boða kommununi frá, at man metti at manglarnir vóru so mikið álvarsligir, at man mælti limum sínum frá at bjóða?

6. Sambært borgarstjóranum hava somu fyritøkur, sum ikki vildu bjóða tann 8. november, kortini vent sær til kommununa í fleiri umførum, tí man kortini var áhugaður at bjóða. Spurt verður um, hvørja støðu Føroya Handverksmeistarafelag felagið hevur til hetta?



Býráðið í Runavíkar kommunu skal um stutta tíð taka avgerð um, hvørt svimjihøllin skal byggjast. Talan er um eitt stórmál í okkara høpið – helst størsta málið alt hetta valskeið. Tí er tað av avgerandi týdningi, at grundarlagið undir okkara støðutakan er so væl upplýst sum gjørligt.



Sum kunnugt verður partalagsavtalan við Kanjón viðgjørd á býráðsfundi tann 27. januar. Eg vænti mær tí eitt skrivligt svar frá Føroya Handverksmeistarafelagið í so mikið góðari tíð, at býráðslimir hava stundir til at hava svarið við í sínum fyrireikingum til býráðsfundin.



At enda fari eg at mæla til, at Magnus Magnussen, formaður og Marius Thomassen, ráðgevi, koma á fund við Runavíkar kommunu, soleiðis at teir býráðslimir, ið ynskja tað, kunnu seta teir spurningar, ið tørvur er á.



Ynskiligt hevði verið at hildið tann fundin áðrenn býráðsfundin tann 27. januar.



Vinarliga



Tóri Højgaard
býráðslimur
formaður í byggi- og býarskipanarnevndini