Skúlin á Fløtum letur upp fyrsta dagin, uttan serflokkar!

Í juni var eg vil at senda innarliga áheitan til Tórshavnar kommunu um at finna pláss til serflokkar inni í nýggja skúlanum á Fløtum.

Tí gjørdi eg saman við ADHD felagnum býráðið og kommununa varuga við hetta.

Hetta fyri, at tey høvdu ein møguleika at arbeiða skjótt og finna pláss til serflokkar, áðrenn skúlin skuldi lata upp.

Men tað er tíverri eingin vilji til tess, og nú letur skúlin upp uttan at serflokkar eru inni í skúlanum!

Hóast,

-Nýggi skúlin á Oyrarbakka, sum júst er upplatin hevur serflokkar.
-Nýggi skúlin sum lat upp fyrr í ár í Klaksvík eisini hevur serflokkar.
-Skúlin í Vestmanna í ár fyri fyrstuferð hevur 2 serflokkar.
-Skúlin í Sørvági í fjør tók niður gomlu serflokkastovurnar fyri at byggja upp nýggjar og betri innrættaðar, soleiðis at børnini skuldi fáa bestu læruumstøðurnar.

-Lærarafelagið og pedagogfelagið vórðu spurd til tiltakið Megnartak í fjør, og tóku bæði undir við skipanini um serflokkar.

Kunngerðin um serflokkar varð lýst í fjør, og hevur fyrimunin framum førleikastovur, at krav er m.a. um 1-3 normering, egin hølir, egnan leiðara og starvsfólk. Tað ger serflokkaskipanin til eina tryggaða loysn, sum flest allar aðrar kommunur hava fingið eyguni upp fyri.   

Tórshavnar kommuna hevur tíverri ikki fylt nóg væl við í tímanum, og tí eru vit í hesari støðuni í dag.  

Prísin rinda børnini!     

Verið eg vald í býráðið, fari eg beinanvegin í gongd við at eftirmeta og trygga alt serøkið í kommununi.
Vit skula skipa serflokkar inni í øllum teimum størru skúlunum umframt at Guli skúli skal styrkjast.
Bert á hendan hátt, kunnu vit tryggja at børn í Tórshavnar kommunu fáa eitt gott, læruríkt og virðiligt skúlatilboð.

Dagstovnaøkið og forskúlar skula við í eftirmetingina, tí tað snýr seg um at møta barninum og seta tíðliga inn.

Leinkja til umrøddu grein og aðrar á BjørgDam.fo
Leinkja til kunngerðina um Serflokkar


Bjørg Dam
Valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu.