Sambandsflokkurin er nú liðugur við uppstillingina til kommunuvalið í Tórshavn - 10. november.
Hesi 11 valevnini hava bjóðað seg fram at umboða Sambandsflokkin í Tórshavnar Býráð komandi 4 árini:
· Petur Frank Jákupsson Holm
· Jákup Sverri Kass
· Jensia Højgaard Kjærbæk
· Jóhan Petur Johannesen
· Petrina Berg á Lag
· Annfinn Brekkstein
· Harriet Høgnesen
· Ingi Mittún
· Gitte Klein
· Jens Knudsen
· Tummas Rubeksen
Talan er um eina góða blanding av kendum og royndum fólkum í kommunal- og landspolitikki, og fólkum, sum eru nýggj í kommunalpolitikki og hava aðrar spennandi royndir og bakgrund.
Tað er eisini gleðiligt, at 4 kvinnur hava bjóðað seg fram, svarandi til 1/3 av teimum uppstillaðu - nakað, sum er við til at tryggja, at ymsu politisku áhugamálini eru væl umboðað í politikkinum hjá Sambandsflokkinum.