Sálarligur harðskapur er ein vaksandi trupulleiki


Nýggjastu tølini frá Kvinnuhúsinum eru ræðandi. 623 fráboðanir vóru um sálarligan harðskap í 2020. Tað eru næstan 2 fráboðanir um dagin. Í 2019 vóru 356 fráboðanir, so hetta er ein øgiligur vøkstur.

Kanning um harðskap, ið Almannamálaráðið hevur gjørt, vísti eisini, at 21% av kvinnunum og 18% av monnunum, sum luttóku í kanningini, høvdu verið fyri sálarligum harðskapi. Sálarligur harðskapur er niðurbrótandi og ein ógvuslig hóttan móti heilsuni hjá fólki. Eingin harðskapur kann góðtakast, heldur ikki sálarligur harðskapur, og tí eiga vit at kriminalisera hann.

Uppskotið um at kriminalisera sálarligan harðskap var til atkvøðugreiðslu í dag, og tíverri feldi samgongan uppskotið. Grundgevingin var, at mann er í gongd við at týða revsilógina til føroyskt.

“Í heyst er ætlanin at fara undir at dagføra revsilógina. Tí hevði verið upplagt at samtykt hetta uppskotið í dag, soleiðis at vit tryggja okkum at hetta verður tikið við í tað arbeiðið. Eingin nóg góð orsøk er til at lata vera við at kriminalisera hetta slagið av harðskapi, ið kann hava so umfatandi og álvarsamar avleiðingar fyri tey, sum eru fyri hesum,” sigur Hervør Pálsdóttir, sum hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi.

Tjóðveldi