Ongin fer longur, enn man sleppur

Øll lond, sum so ella so eru partur av NATO, krevja sín rætt. Tey krevja øll, at tey eru við, tá ið avgerðir verða tiknar land teirra vegna. Øll lond. Uttan Føroyar.

Gamaní er heimastýrisskipanin ein spennitroyggja. Men føroyskir politikkarar við visjónum og við pondus hava - hóast hesa spennitroyggju - ferð eftir ferð vunnið okkum rættindi.
Teir eru farnir so langt, sum teir sleppa.
Ímyndið tykkum um Atli Dam hevði sagt við Schlútter: “Nei takk, eg vil ikki hava ráevnini í undirgrundini, tí vit eru ikki fullveldi. Og forrestin Schlútter góði, danska grundlógin forðar tí. Far heim og les uppá!”
Ella Erlendur Patursson: “nei takk, vit vilja ikki hava 200 fjórðinga fiskimark, tí vit eru ikki fullveldi. Og forrestin, hvat skulu vit við so nógvum sjógvi! Vit verða jú fýra ferðir størri enn Danmark. Tað er jú uttan fyri allar proportiónir. Come on!”
Men slíkar menn uppliva vit nú. Nei takk, sigur landsstýrið “Okkara fólkavalda løgting og uttanlandsnevnd nýtiskt ikki at verða hoyrt og skal so als ikki taka nakra avgerð. Gerið tit, sum tit vilja. Vit eru so smá, vit eru so fá, vit hava ikki fullveldi” osfr.
Ongin fer longur, enn man sleppur, siga tey. Og so als ikki í politikki.
Men, ongin fer heldur styttri, enn man sleppur. Uttan samgongan.
Tá so er, tá røkir samgongan ikki heiðurligastu uppgávu hennara, sum er at verja land og tjóð okkara móti útlendskari valdstøku og útlendskari hernaðarútbygging!

Annita á Fríðriksmørk