Og vit reka so miðleys her...


Fíggjarlógin vísir greitt, at tá ið onki mál og ongin hugsjón er fyri fólkið í landinum, so verður alt bert ein boksidystur, har tey sterkastu fáu vinna og tey mongu knáu gjalda prísin



Høgni Hoydal



Nú í øllum rokanum, viðger Løgtingið fíggjarlógina fyri næsta ár. Tað er ikki ein tespilig uppliving. Sammóðurmálið verður skumpað afturum fíggjarlógarviðgerðina í einum ódemokratiskum valdsspæli.



Í fíggjarlógini eru treyðugt so, eru altíð onkur mál, sum vit í Tjóðveldi halda vera góð og samsvarandi okkara politikki og virðum. Eitt nú verður játtanin til Menningarhjálp hækkað. Ein lítil hækking er til ítróttaháskúlan í Vági, eftirskúlan á Tvøroyri, Føroya Húsarhaldsskúla og Tekniska skúla í Klaksvík. At fyrireika Suðuroyartunnil. At fyrireika endurvenjingarmiðstøð og at taka fleiri sjúkrarøktarfrøðisnæmingar inn. Og ein lítil hækking til filmsgerð.



Men hesi mál verða so sett upp ímóti tilvildarligum og óskiljandi sparingum á hjartamálum hjá Tjóðveldi. Og upp ímóti einum búskaparóskili, sum bert kann skírast blint ábyrgdarleyst. Sum gongur ímóti øllum okkara stríði fyri fullveldi, samhaldsfesti og einum sjálvberandi búskapi.



Frá stórum avlopi til hall



Uppá bara tvey ár hevur hendan samgongan vent einum støðugum AVLOPI uppá 1,5 MILLIARD og góða uppsparing í Búskapargrunnin undir tjóðveldisleiðslu í fýra ár. Til eitt HALL uppá EINA MILLIARD krónur. Og tey siga seg so hava eitt lítið avlop næsta ár. Men tað er kreativ bókføring, tí eitt serligt vinningsbýti frá BankNordik verður tikið við. Og ein ætlað inntøka av at selja út av arvasilvrinum við at selja partabrøv hjá landinum. Uttan hetta, so er hallið næsta ár minst 150 mió. kr.



Vertin á, hvat annar fær, eg skal nøra mær...



Og so komu nú tær grovu sparingarnar til tey, ið stríðast hvønn dag. Bara burturúr rúgvuni:

• Landssjúkrahúsið skal spara 16 mió.

• Trygd á sjónum verður skerd.

• Barnabati, barnaheim, børn og ung skulu skerjast.

• Fólkaskúli og Fróðskaparsetrið skulu skerjast.

• Heilsufrøðiliga Starvsstovan verður skerd, ið annars hevur verið í oddinum í koronubasingini.

• Ongir nýggir námsfrøðingar (hetta hevur andstøðan lagt broytingaruppskot fram um)

• Øll gransking og vinnumenning verður skerd.

• Fremstu eftirlitsstovnar í landinum verða skerdir.

• Undirvísingartilfar á føroyskum skal skerjast.

• Visjónér, lokal mentanarátøk verða jarðað.

• Mentan og list fáa onki...

• Frælsið hjá vanliga føroyinginum verður bjóðað av.

• Og mangt, mangt annað.



Ístaðin sita samgongufólk og býta á skinninum til egna egning, og har vinnur eisini bert tann, ið kroystir og hóttir mest til sín.



Mál, hugsjón og ábyrgd



Vit í Tjóðveldi fara at gera alt fyri at bøta um skaðan nú – og at gera alt fyri at fáa nýggja stjórn og politikk í landinum. Hetta má ikki sleppa at halda fram. Hetta ber bara til í einum ábyrgdarleysum heimastýri, har vit halda, at vit kunnu senda rokningarnar og ábyrgdina til onkran annan: Til Danmarkar ella til tey, ið hava minst. Fullveldi, ábyrgd og samhaldsfesti eru málini og hugsjónin, sum kann bera okkum øll fram úr hesum.



Sum Frændur yrkja og syngja í einum av sínum einastandandi verkum:



“Harra formaður, eg skilji ei, hvussu tað ber til,



at vit lótu okkar’ ríkidømi søpla uttan skil,



at vit trúðu spekulantunum, og trúgva teimum enn...”



Og sum teir siga í niðurlagnum, at tað er tí:



“Vit reka so miðleys her,



millum brot og vandasker.”